– Tað er óðamannaverk, um vit skulu oyðsla við pengum, ið tørvur er á at brúka til annað, sigur Fernando Merirelles, ið hevði lagt setanarhátíðarhaldið til rættis. – Tí leggja vit heldur størri dent á kenslur, rútmu og dans, enn hátøkniligar framførslur, so kostnaðurin bara er ein tíggjundapart av, hvat setanin í London í 2012 kostaði.
Ikki øll eru tó so imponerað av “sparingum” í sambandi við OL, tí niðri við strondina í Rio de Janeiro mótmæltu túsundtals fólk, so neyðugt var at broyta rutuna hjá olympiska eldinum. Millum annað hevur Brasil brúkt meira enn 65 milliardir krónur upp á samferðslukervi og aðrar fyrireikingar undan leikunum.
Annars vóru tilsamans 6.000 sjálvboðin í gongd, tá ítróttarfólkini úr teimum 207 londunum, sum kappast í olympisku leikunum hesaferð, marsjeraðu inn á Maracanã-leikvøllin eftir midnátt. Millum londini taldust Suður-Sudan og Kosovo, sum bæði eru við fyri fyrstu ferð.
Millum tey meira enn 11.000 ítróttarfólkini taldist eisini Pál Joensen, sum umboðar Danmark í svimjing. Tað vil siga, at hann skal svimja undir danska flagginum, men tað forðaði honum tó ikki í at hava Merkið við sær til setanina, nú hann sum einasta føroyska ítróttarfólk er við til olympisku leikirnar, eins og hann var tað í London í 2012.










