Oktober er altjóða bróstkrabbamánaður

Oktober er altjóða bróstkrabbamánaður, og Føroya Felag móti Krabbameini ynskir at varpa ljós á hesa álvarsomu sjúku, sum tíggjunda hvør kvinna í Føroyum verður rakt av. Ljósareyða sloyfan er ímyndin av stríðnum móti bróstkrabba og ein áminning um, at kvinnur eins og menn kunnu standa saman í stríðnum móti hesi herviligu sjúku, við at stuðla arbeiðinum hjá t.d. Krabbameinsfelagnum.

Sloyfan skal eisini minna okkum á, at bróstkrabbi ikki bara er ein sjúka, sum kann raka hini, men okkum øll.

Og tað er ikki bara sjúklingurin, sum verður raktur, men øll familjan, tí ofta er talan um kvinnur, sum standa mitt í lívinum við ábyrgd fyri heimi og børnum.

Seinasta ár varð skipað fyri einum serligum átakið við heimagjørdum ljósareyðum sloyfum. Hetta átakið eydnaðist so væl, at sølan setti met.

Í ár verður m.a. møguligt at keypa eina smarta og einfalda T-shirt við lítlari ljósareyðari sloyfu á.