Oktober er ADHD tilvitanarmánaður!

Í dag er 1. oktober, og vit seta hol á altjóða ADHD tilvitanarmánaða (ADHD Awareness month), skrivar ADHD felagið í tíðindaskrivi.

 

Hettar er 3. árið, at ADHD felagið er við, og fer felagið at hava ymisk tiltøk og átøk fyri skapa tilvit.

 

ADHD felagið hevur næstan 15 faldað limatalið eftir einans trimum árum, og hevur nú 392 gjaldandi limir!

 

-Høga limatilgongdin avspeglar, hvussu átroðkandi og neyðugt arbeiði til frama fyri ADHD/ADD er. Dagliga hoyra vit um langar bíðirøðir til útgreining, manglandi sernámsfrøði og tilboð, um skúlar, sum ikki hava nøktandi karmar til læring, um ringa sálarheilsu, skúlaaftran, angist, misnýtslu, ludomani, etingarólag og tunglyndi, ið eru sera vanligar reaktiónir uppá óviðgjørt ADHD/ADD.

 

Hóast fleiri hava fingið diagnosuna og hjálpina, so eru tað hagfrøðiliga enn sera nógvir føroyingar, ið ganga við óstaðfestum ADHD og hava eitt sera slítandi og strævið lív, tí tey ikki fáa røttu ella nøktandi hjálpina.

 

Tí er tað týdningarmikið, at vit ein mánaða um árið varpa serligt ljós á ADHD/ADD.

 

Fyrsta tiltakið er í morgin 2. okt. kl. 15:00, tá vit hava eina víðkaða limakafé í Reinsarínum, har øll eru vælkomin. Evnið verður “Sjálvhjálp og stuðulsátøk”.

 

Nógv annað verður á skrá, so sum ein nýggjur stuttfilmur, eitt tiltak í SMS, ein evnisdagur síðst í mánaðinum, umframt vit luttaka á Altjóða Sálarheilsudegnum 10. oktober, sum Sinnisbati skipar fyri - og so er stóri spurningurin, hvør man fáa ársins ADHD viðurkenning!

 

 

 

Ynskir tú at gera ein mun?

 

Okkara aðalmál er at betra um korini hjá teimum við ADHD/ADD og familjum teirra. Tú kanst eisini gera mun við at melda teg sum lim á adhd.fo, koma til tiltøk, við at tosa um ADHD/ADD, deila tína søgu, deila uppsløg á sosialu miðlunum v.m.

 

Við vón um góða undirtøku, ið ber við sær framstig og bata.

 

Góðan ADHD tilvitanar mánaða!

 

Vinarliga nevndarlimir og tiltakslimir í ADHD felagnum

 

Bjørg Dam

 

Poula Patursson

 

Anne Sophie Nordendal

 

Anna Nolsøe Joensen

 

Maiken á Mýrini

 

Pætur Nattestad Petersen

 

Durita Brekku Dam

 

Edmund Djurhuus

 

Rutt Ragnarsdóttir Hjaltalin

 

Eyð-Britt Tjaldrastein

 

Karolina Láberg

 

Bjørga Sivertsen

 

Petra Weihe

 

Óli Nolsøe í Garðamørk

 

Ranvør Isholm

 

Laura Apol

 

##med2##