Týsdagin staðfesti Fiskimálaráðið avgerðina hjá Búnaðarstovuni um, at Jóhan í Kollafirði og Rakul Dalsgaard skulu flyta ur Fámara.
- Hóast tað varð staðfest, at Búnaðarstovan gjørdi ávísar feilir, hevur Fiskimálaráðið staðfest avgerðina. Og tað merkir, at vit hava tapt, sigur Jóhan í Kollafirði.
Hann sigur, at tey vildi royna, um tað bar til at liva á einum garði, og tað hevði gingið so mikið væl, at tey høvdu megnað at tikið fólk til sín.
- Vit hava avgjørt í morgun, at nú gevast vit við at stríðast. Nú kunnu tit bara hava hettar her og so kunnu øll í Føroyum fylgja við í, hvussu tað fer at gangast. Vit kundu havt valt at kært landsstýrið, men nú hava vit so gjørt av at tveita hondklæðið í ringin, sigur Jóhan Dalsgaard.
Parið hevur brúkt kenda danska advokatin, Thorkil Høyer, og hann hevur verið rættilig rímiligur í sínum krøvum.
- Hann hevur verið heilt rímiligur í sínum kostnað, eftir tí, sum eg havi lisið á internetinum at hann vanliga tekur. Men fyri okkum er talan um nógvar pengar, og eina rokning, ið lættliga kundi havt fingið tak á bygningarnar við Fámara, sigur Jóhan Dalsgaard.
Tey bæði hava havt stórar ætlanir við Fámara, so spurningurin er, hvat hendir nú.
- Vit fara suður nú og pakka nøkur ting. Djórini eru longu farin út til vinir og kenningar, men tað er nú ikki so lætt at sleppa av við kálvar, so tað er nakað, ið vit skulu fáa greiði á, sigur Rakul Dalsgaard.
Strævin tíð
Tey skulu so seta seg niður og leggja ætlanir fyri, hvat nú skal henda.
- Tað verður helst soleiðis, at eg og Jóhan fara til Havnar, meðan Rúni helst fer á Sólteig aftur. Men vit hava avtalað, at tað bert verður fyribils, til vit hava savnað nóg mikið av pengum, so vit kunnu fara av landinum, sigu Rakul Dalsgaard.
Jóhan Dalsgaard hevur funnið onkran bóndagarð á Fyn, ið hann er vorðin heilt burtur í.
- So tað verður helst tað, ið fer at henda, sigur Raku Dalsgaard.
Og tað verður gjørt eftir sama leisti, sum Fámara.
- Verkætlanin er hin sama, tí vit kenna tað sum okkara kall. Tað er í hvussu er tað, ið vit droyma um og ynskja og duga, tað verður bara á einum øðrum stað, sigur Rakul Dalsgaard.
Hon nýtir annars høvið at takka øllum teimum, ið hava stuðla.
- Uttan teirra hjálp høvdu vit langt síðani havt givið upp, so eg vil fegin takka teimum fyri hjálp og stuðul, sigur Rakul Dalsgaard.
Hon dylur ikki fyri, at talan hevur verið um eina strævna tíð.
- Tað hevur verið heilt ómetaliga strævið. Í byrjanini var tað spennandi, men í síðstini hevur tað verið so ógvuliga strævið, ikki minst tí vit mistu streymin í apríl, tí onkur hevði biðið um at taka málaran niður. Tá fór alt tað stuttliga, og tá bleiv alt eitt stríð, sigur Rakul Dalsgaard.
Keypa
Hon heldur kortini ikki, at tey hava spilt tíðina.
- Nei, tað haldi eg ikki. Tí vit hava kempað fyri tí, vit trúðu var rætt, og høvdu vit ikki gjørt tað, hevði tað ligið okkurt í bakhøvdinum, ið segði, hví royndu vit ikki. Nú hava vit so gjørt tað og vit hava lært ótrúliga nógv og eru vorðin ótrúliga sterk, sigur Rakul Dalsgaard.
Nú fara tey bæði so at savna nakað av peningi saman fyri síðani at flyta niður til Danmarkar, so hvussu kunnu tey tryggja sær, at talan ikki verður um somu søgu bara við øðrum fólkum.
- Vit hava funnið út av nógvum við at googla. Til dømis verður ein eggjaður til at seta bóndagarðar í stand í Noregi og fær pengar aftur fyri, og í Danmark verður ein eggjaður til tað sama, og har fær ein frið, meðan í Føroyum fær tú eitt øgiligt kríggj oman yvir seg, sigur Jóhan Dalsgaard.
Og Rakul heldur fram.
- Eitt, sum vit hava lært, er ikki at trúgva upp á góðheit, og at eitt orð er eitt orð, tað hava vit í øllum førum lært, og tað fara vit ongantíð aftur at gera. So fara vit til Fyn, so tryggja vit okkum áðrenn. Har er ein bóndagarður til sølu fyri 300.000 krónur, so tað verður keypt, sigur Rakul Dalsgaard.
***
Astrid vann milliónina
Ein millión skattafríar krónur stóðu upp á spæl í Gekkinum, og vinnari gjørdist 17 ára gamla Astrid Eiriksdóttir Reynheim úr Havn.
- Babba doyði av krabbamein í januar, og tí hevur tað bara verið ein inntøka í húsinum, og tað er ikki nógv, tá mamma hevur hús, bil, fjós og annað at betala. Men nú skulu vit ikki hugsa um tað. Vit hava stúrt fyri, at eg kanska mátti selja ryssuna, sum eg fekk frá babba, tí eg hevði ikki ráð at hava hana. Men nú er ryssan bjargað, og tað er tað besta, sigur hon.
***
Tær lata sjúkum fólki hárið
Føroyskir lokkar verða sendir til Amerika, har teir verða nýttir til parúkkar ætlaðum sjúkum fólkum.
– Eg haldi, at hetta er ein frálíkur máti at hjálpa øðrum, sigur 26 ára gamla Beinta Birgitta H. Jensen úr Havn. Hon og systirdóttirin, ið er fýra ára gomul, lata sínar hesthalar til vælgerandi endamál í Amerika.
***
Fáir menn heima hjá børnum
Ein kanning, sum Gallup Føroyar hevur gjørt fyri Javnstøðunevndina, vísur, at bert fjórði hvør maður hevur verið í barnsburðarfarloyvi.
Upp á spurningin, Hevur tú verið í barnaburðarfarloyvi?, svara 75% av monnunum nei.
Tilsamans hava 46% av monnum og kvinnum verið í barnsburðarfarloyvi, meðan 54% ikki hava verið.
***
Føroyingar gávumildir
Árliga innsavningin hjá Reyða Krossi Føroya gekk sera væl í ár. 817.000 krónur vórðu latnar Reyða Krossi, sum sendi 400 sjálvboðin fólk út við bússunum.
– Hetta er besta úrslit nakrantíð. Vit eru ógvuliga takksom fyri stóra stuðulin og álitið frá føroyingum, sigur Hjalti í Jákupsstovu, formaður í Reyða Krossi.
Innsavnaði peningurin verður brúktur til hjálpararbeiðið hjá Reyða Krossi bæði úti í heimi og í Føroyum.