Oknin verið sín seinasta túr

Garnaskipið Oknin úr Saltangará hevur landað fyri seinastu ferð. Væntandi verður 48 ára gamla skipið selt sum gamalt jarn

Mikudagin kom garnaskipið Oknin inn, og í gjár landaði hon á Toftum.
Oknin fer ikki út aftur. Hon er 48 ár og útslitin.
Somu eigarar hava øll árini átt Oknina, Sp/f Lógv.
Oknin hevur seinastu mánaðirnar verið til sølu, men sølan er tó ikki lýst alment.
Sp/f Lógv hevur fingið onkrar fyrispurningar upp á Oknina. Fyrispurningarnir eru ikki úr Føroyum, og verður Oknin seld, verður hon seld sum gamalt jarn.
Oknin hevur annars fiskað væl, eisini í ár.
Eigararnir hava keypt nýtt skip fyri Oknina. Tað skipið verður væntandi klárt eftir ólavsøku, og fær tað skipið eisini navnið Oknin.