Bjarni Djurholm
Tað er ikki øllum man skal svara, men tá formaður tjóðveldisfloksins í bløðunum í vavstri av konspiratiónsteorium og selektivari søgufatan rippir beinini undan politiskum starvsfeløgum aftanífrá, avdúkar hann, at politiska gerandisfagurlætnið er í andsøgn við veruligu valdsfatan hansara - nakað, sum fleiri av partamonnum hansara eisini munnu hava sannað.
Í viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark og m.a. um leiklutin hjá undirritaða í hesum sambandi, hevur tjóðveldisformaðurin rúgvu av ósakligum ákoyringum um svikaráð. Tí hesar viðmerkingar úr rúgvuni:
Í fyrireikingunum og samráðingunum um fullveldi í 1999 og 2000 átti undirritaði lítlan og ongan lut. Undirritaði var frá endanum av 1999 til á ólavsøku 2000 í stóran mun burtur úr politikki orsaka av sjúku.
Seinast í august 2000 gjørdist undirritaði so landsstýrismaður. Sambært gerðabók landsstýrisins fyri heystið 2000 var full undirtøka í landsstýrinum um samráðingarleistin til fjórða samráðingarumfar, sum var 26. okt hetta árið. Einki kom heldur burturúr hesum umfari m.a. tí danir noktaðu at góðtaka sjálvsavgerðarrætt okkara sambært altjóðarætti.
14. februar 2001 var í landsstýrinum til viðgerðar m.a. uppskotið um fólkaatkvøðu um viðurskiftini millum FO og DK, har løgmaður boðaði frá, at hann ikki helt tað vera skilagott at halda fólkaatkvøðuna, tá stórur partur av føroyingunum tulkaði støðuna sum danski forsætismálaráðharrin.
Av hesum stóðst mikið rumbul frá tjóðveldinum við øsingarfundi á Vaglinum í Havn. At løgmaður mundi hava fólkið við sær sást skilliga av teirri undirtøku, hann hevði millum manna um hetta mundið. Eini 30 - 40% ynsktu hann sum løgmann. M.a. eisini annarhvør tjóðveldismaður!!
Semja um leistin
6. mars 2001 var "Uppskotið um sjálvstýri Føroya Fólks" fyri á landsstýrisfundi. Full undirtøka var fyri uppskotinum, sum var samtykt í Løgtinginum 20. apríl 2001.
1. mai 2001 tók landsstýrismaðurin í sjálvsstýrismálum upp málið um samskipan av yvirtøkum. Full semja um málið. Einastu, sum tó yvirtóku vóru landsstýrismenninir í fiski- og vinnumálum.
Restina av 2001 var eingin politiskur tvídráttur í landsstýrinum um tilgongdina í viðurskiftunum millum FO og DK. Eisini hetta er sjónligt í gerðabók landsstýrisins.
Á landsstýrisfundi 9. januar 2002, kunnaði løgmaður um vitjanina hjá forsætismálaráðharranum og greiddi frá ætlaðu leiðini mótvegis donsku stjórnini. Í gerðabókini sæst, at leisturin nú var, at "....øll mál kunnu yvirtakast uttan tey, sum eru tengd at fullveldinum....".
Á hesum fundi vóru allir landsstýrismenn tjóðveldisfloksins, íroknað formaðurin. Hansara ískoyti á fundinum var bert, at hvør landsstýrismaður sær skuldi mótvegis forsætismálaráðharranum taka tey yvirtøkumál upp, sum viðkomandi arbeiddi við. Sama sjónarmið sum 1. mai árið fyri. Sostatt var full semja um leistin.
Annars er at siga, at hesin møguleiki at yvirtaka øll mál uttan tey, sum vóru tengd at fullveldinum, longu varð umrøddur á landsstýrisfundi 31. oktober í 2000, uttan at tjóðveldið tók frástøðu frá hesum.
14. januar 2002 undirskrivaðu løgmaður og forsætismálaráðharrin felagsyvirlýsing, sum var soljóðandi:
a)"Regeringen er indstillet på at samarbejde om Landsstyrets ønsker om overtagelser af yderligere sagsområder inden for grundloven og rigsenhedens rammer".
b)"Regeringen og Landsstyret vil efter Landsstyrets ønske indlede forhandlinger om overtagelse af de sagsområder, som hjemmestyreloven ikke giver mulighed for, med henblik på politisk stillingtagen. Regeringen vil på dette grundlag med-virke til at skabe et lovgrundlag for disse sagsområders overtagelse."
Henda yvirlýsing bygdi á semjurnar í landsstýrinum undan vitjanina hjá Anders Fogh. Hon var sostatt eitt nýtt vegamót og formaður tjóðveldisfloksins skýrdi hana eisini upp í saman sum 7-mílafetið móti fullveldinum. At hann nú tekur frástøðu eru tí berar eftirrationaliseringar.
Sum framhald av felagsyvirlýsingini skrivaði tjóðveldið eisini aftaná løgtingsvalið í apríl 2002 undir nýggja samgonguskjalið 6. juni 2002 við hesum orðaljóði:
""Endamál samgongunnar er, at Føroyar gerast sjálvbjargnar, so Føroya fólk uttan fíggjarligar og umsitingarligar bindingar kann gera av framtíðarstøðu sína. Samgongan hevur sum grundarlag, at Føroya fólk er tjóð við ómissandi og framhaldandi sjálvsavgerðarrætti og er samd um í eini tryggari sjálvstýristilgongd í valskeiðnum 2002-2006 at virka fyri:
"at tað verður Løgtingið, sum ger av, at øll málsøki, undantikið tey, sum eru knýtt at suverenitetinum, kunnu yvirtakast sum sermál,
"at har vit valda, skulu vit gjalda."
Tøkk til tjóðveldið
Arbeiðið at fremja hetta samgonguskjalið í verki byrjaði beinanvegin. Nú sást í sjónarringinum, at viðurskiftini millum FO og DK fóru at koma á beint. Men nú kom órógv í tjóðveldið. Óivað tí teir vóru bangnir fyri tilverugrundarlagnum. Restin av søguni er alkend.
Fíggjarvánirnar versnaðu, so nú var ikki so stuttligt at vera við meira. Tí ráddi um at smoyggja sær burturúr. Hetta eydnaðist eisini. Tjóðveldið fekk sett seg uttanfyri undir páskoti um, at teir kravdu reinleika av løgmanni.
Teir høvdu neyvan roknað við, at nýggj samgonga fór at fáa viðurskiftini millum FO og DK á beint. At friður fór at valda á økinum. Allarminst høvdu teir væntað, at "teirra" samgonguskjal fra 6. juni 2002 fór at vera fullført av øðrum. Hetta reisir sjálvsagt spurningin, hvønn leiklut skal tjóðveldið framyvir hava í føroyskum politikki? Og mann hetta ikki pína flokkin?
Samanumtikið eigur tjóðveldisflokkurin tó tøkk fyri at hava verið faddrar til yvirtøkulógini, har nýggjur sáttmáli ger greitt, at
Føroya Løgting kann gera av, at øll málsøki, undantikið tey, sum eru karmar um ríkiseindina, kunnu yvirtakast við teirri fylgju, at Løgtingið rindar fyri tær útreiðslur, ið fylgja við teimum.
at tekur Føroya fólk við fólkaatkvøðu avgerð um, at Føroyar skulu vera fullveldisríki, koma málsøkini, sum eru karmar um ríkiseindina, undir føroyskt málsræði.
Harumframt staðfestir sáttmálagerðin, at Føroya fólk varðveitir sín viðfødda, ómissandi og áframhaldandi sjálvsavgerðarrætt á øllum økjum, tað verið seg í innanlendis viðurskiftum eins væl og í altjóða høpi sambært altjóðarætti.
Ella sagt stutt, at vit kunnu fara úr ríkinum tá vit vilja, ella lata vera. Hetta var júst tað, sum samráðingarnar við donsku stjórnina slitnaðu uppá 26. oktober 2000.
Yvirtøkulógin varð samtykt í vár. Tjóðveldið atkvøddi ímóti. Atkvøddi móti semjum í landstýrinum og egnum samgonguskjali og undirskrift frá 6. juni 2002.
Minnir tí mest um projektión, nú formaður tjóðveldisfloksins í bløðunum leggur eftir undirritaða. Hetta skal tó verða honum fyrigivið.
Men tað er neyvan lætt hjá honum at liva í alsamt eftirgjørdari verð. Skilji væl, at hann kennir seg frustreraðan. At hava sett seg sjálvan uttan fyri politiska ávirkan. Bara spell, nú andarhald tykist at vera í flokki hansara, at so verður langað eftir øðrum. At farið verður eftir manninum heldur enn bóltinum.
Men okkurt skulu tómar hendur gera.