Okkurt má koma á borðið á ólavsøku

Ræðandi tølini frá Hagstouni um fátækadømi krevja, at okkurt verður gjørt her og nú, sigur Annlis Bjarkhamar.

Í farnu viku komu nýggj tøl frá Hagstovuni, ið vísa, hvussu støðan er hjá teimum føroyingum, sum liva í fátækaváða.

 

Framvegis eru 1.300 børn í Føroyum í fátækaváða, men støðan hjá teimum er versnað síðstu tvey árini, tá tað eisini er blivið so, at talið á teimum børnum, sum liva í veruligum fátækadømi, er vaksið 24 prosent.

 

Les eisini Støðan hjá fátækum børnum í Føroyum versnar

 

Hetta eru børn, sum hava livað undir fátækamarkinum í trý ár ella meira, og nýggju hagtølini vísa, at hesi børnini nú eru 444 í tali.

 

Annlis Bjarkhamar frá "Í menniskjum góður tokki" er skelkað av nýggju hagtølunum um fátækaváða, sum nú eru komin fram, og hon greiddi Rás 2 frá um tølini.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Annlis Bjarkhamar.