- Tað er púra greitt, at hendir einki, verða vit afturúrsigld.
Tað staðfesti Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, eftir borgarafundin í farnu viku um ætlanina at byggja eina stóra havn uttanfyri Skansan.
Tað skilst á honum, at útlitini fyri, at ætlanin, at gera eina nýggja farmahavn uttanfyri Skansan, fer at vera broytt, hóast nógv fólk mæla frá, ella í besta føri, ivast í, um hetta er tað rætta.
- Hetta er tað, vit trúgva upp á segði hann, tá ið borgarafundurin var um at vera lokin, og tað, hann sipaði til, var ætlaða nýggja Skansabryggjan.
Hann sigur, at viðmerkingar frá borgarunum verða tiknar við í metingarnar. Men býráðið hevur samtykt eina serstaka byggisamtykt, sum setir treytir fyri, hvussu høgt tað kann byggjast á nýggja havnarlagnum, og hvusus høgt, bingjur kunnu stakkast.
Broytingin í byggisamtyktini skal nú leggjast fram fyri almenninginum í seks vikur til hoyringar. Tá hoyringsfreistin er farin, viðgerð býráðið málið av nýggjum og tekur støðu til, um broytingarnar skulu føra til nakrar broytingar. Og síðani skal øll byggisamtyktin, og allar viðmerkingarnar, leggjast fyri landsstýrið til endaliga góðkenningar.
Heðin Mortensen heldur, at vit nú skulu bíða at vita, hvørjar viðmerkingar, almenningurin hevur og hvørja støðu, landsstýrið tekur.
Les eisini: Tað kom einki óvæntað undan kavi
Hann vísir á, at nógvar kanningar eru longu gjørdar, men er tað eitt stórt ynski frá fólki um at kanna aðrar møguleikar, er bara at gera tað.
- Tað hevur tikið okkum tvey ár at koma higar til, sigur Heðin Mortensen.
Hann ger greitt, at okkurt skal gerast í Tórshavnar kommunu, antin vit vilja ella ikki.
- Hava vit ikki eina góða havn og nóg mikið av havnarlagi til ferðavinnu og farmavinnu, stúri eg fyri, at vit í Føroyum verða væl og virðiliga afturútsigld.
Les eisini: Fólkaatkvøða í Havn um risa verkætlan
- Og tað, sum skal gerast, skal gerast rættiliga skjótt. Vit skulu ikki liggja sjóvarfallið av okkum, men skulu arbeiða við teimum ætlanum, vit hava, saman við teimum ískoytum, sum fólk hava nevnt, sigur Heðin Mortensen.
Sosialinum í dag, og mikuddagin, hava vit nógv meiri um borgarafundin um ætlanina at byggja Tórshavnar Havn út.