14 arbeiðspláss umborð á línuskipinum Sandshavinum og 6-8 umborð á trolaranum Eysturbúgvanum.
Tað eru einastu framleiðsluarbeiðspláss í Sandoynni, ið koma Fríða Nolsøe, næstformanni í Sandoyar Sýslu Vinnufelag, til hugs.
Flakavirkið í Skopun, Sandoy Seafood, lat aftur fyrr í vetur, og við tí hvurvu eini 60 arbeiðspláss. Gamaní var lítið virksemi har seinastu tíðina, men stongsulin var kortini ein dyggur smeitur.
– Flakavirkið var lívæðrin í oynni, og øll oyggin, ikki minst vit í tænastuvinnuni, merkja avleiðigarnar av, at virkið er stongt, sigur Fríði Nolsøe.
Góð tíðindi
Tí fegnast hann eisni um nýggjastu tíðindini, at Delta Seafood í Suðuroy, sum eigur Sandoy Seafood, hevur ætlanir um at lata virkið í Skopun upp aftur. Á Delta Seafood vátta tey eisini, at tey arbeiða við ætlanum um at lata virkið upp aftur.
– Eg seti øgiliga stóran prís upp á, at teir vilja blíva við at royna, sjálvt um vit øll vita, at tann fiskivinnan, sum er tengd at botnfiskiskapinum undir Føroyum, bestemt ikki er nakað gullnám júst nú, sigur Fríði Nolsøe.
Hann vísir á, at Sandoyggin als ikki er sloppin upp í part, hvørki á sjónum ella á landi, í teimum vinnunum, ið veruliga vinna pening í Føroyum í hesum tíðum, alivinnan og uppsjóvarvinnan.
– Vit í oynni hava leingi strongt á at fáa Sandsvág góðkenda sum aliøki. Fyrr kundi hetta ikki gerast vegna smittuvanda, tí Lívfiskastøðin í Skopum skuldi verjast. Vit hava tó fingið at vita, at tey atlitini ikki eru nøkur forðing longur, men enn er onki er hent. Eg vóni bara, at Johan Dahl nú fer at bera skjótt at og lýsa Sandsvág sum aliøki, sigur Fríði Nolsøe.
Alivinnan og lógarverkið í sambandi við hana er umsitingarøki hjá Johan Dahl, landsstýrismanni í vinnumálum, og hann sigur, at bæði Sandsvág og Skúvoyarfjørður longu vórðu góðkend sum aliøki, tá alilógin var tillagað í fjør.
– Tað er bara sjálv útbjóðingin, ið manglar, og fólk frá aliumsitingini arbeiða við fullari ferð við at gera klárt at bjóða út. Eg vænti, at tað arbeiðið verður liðugt innan einar tveir mánaðir, sigur Johan Dahl.
Hetta eru góð tíðindi fyri fólk og vinnu í oynni, og Fríði Nolsøe heldur, at tað eisini á øðrum vinnuøkjum er grundarlag fyri øktum virksemi, eitt nú í ferðavinnuni. Sandoyggin er eitt eftirspurt ferðamál hjá turistum, men væl meira eigur at kunna gerast, so meira fæst burtur úr, heldur næstformaðurin í Sandoyar Sýslu Vinnufelag.
Tunnil má til
Hann er grundleggjandi bjartskygdur og vónríkur. Men tað er eitt men, og tað er afturvendandi spurningurin um fast samband við meginøkið.
– Vit mugu ikki hugsa undirsjóvartunnilin inn í alt her suðuri, tí tað er eisini eitt lív, áðrenn hann kemur. Men tað skerst ikki burtur, at hann hevur skund, tí sum gongdin er nú, flyta bæði fólk og vinna av oynni. Tað er sera tungt at fáa endarnar at røkka saman, og sum vinnurekandi í tænastuvinnuni er oftast neyðugt at vera í fleiri vinnum í senn fyri at kunna klára seg, staðfestir Fríði Nolsøe, sum tó leggur dent á, at tænastu- og handilsvinnan er fjølbroytt og blómandi í oynni.
– Har eru vit væl við, tú fært alt tað, sum tú hevur brúk fyri, her í oynni, sigur hann.
Sjálvur er Fríði Nolsøe, sum er útbúgvin maskinsmiður, í fleiri vinnum. Við felagi sínum Multitænastan rekur hann timburhandil og handverkaravirksemi, og afturat hesum rekur hann Magn-støðina á Sandi.
- - -
Fakta:
Vakstrarætlan Sandoy hevur staðið á odda fyri at endurstovna Sandoyar Sýslu Vinnufelag. Felagið skipar fyri regluligum tiltøkum – eina ferð um mánaðin – fyri limunum, har høvi er hoyra fyrilestrar og kjakast um vinnulív og vinnulívsmøguleikar í oynni. Næsta tiltak verður 8. februar, tá Regin W. Dalsgaard, formaður í Vinnuframa (fyrr Vinnuframagrunninum), fer at halda fyrilestur um íverksetan