Óhapp
Tað er okkurt, sum hevur svikið, tí vegurin var ikki tryggur at koyra eftir.
Tað ásannar Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverki.
Tað er Landsverk, sum hevur eftirlitið við landsvegunum. Og nú farið er undir arbeiðið at gera Hovstunnilin, er tað eisini Landsverk, sum er byggiharri.
Í aðrari grein her á síðuni, greiða vit frá óhappi, sum fýra ungfólk sluppu ótrúliga væl frá. Óhappið hendi á staðnum, har arbeiðið upp á tunnilin er byrjað. Byggiplássið gongur tvørturum landsvegin, men tá ið óhappið hendi, var vegurin fullur av vátari runu og sostatt ógvuliga hálur og av tí sama misti førarin tamarhaldið á bilinum.
Førarin staðfestir, at sostatt hevur byggifelagið, sum ger tunnilin ikki røkt sína skyldu at halda vegin tryggan at koyra eftir og tí er tað eisini byggifelagið, sum hevur skyldina av óhappinum og eigur at veita endurgjald fyri bilin, sum varð vrak.
Og Oyvindur Brimnes ásannar, at umstøðurnar á vegnum vóru ikki ílagi. Hann hevur fingið eina frágreiðing um óhappið og hann ásannar, at vegurin var fullur av runu og sera hálur.
Samstundis varð grivið heilt innundir vegin, so at vegøkslin eisini var burtur. Undir slíkum umstøðum sigur tað seg sjálvt, at viðurskiftini vóru ikki so trygg sum tey áttu.
Okkurt sveik
Oyvindur Brimnes ásannar, at sostatt er okkurt, sum hevur svikið og Landsverk fer nú at kanna, hvar svíkurin er.
Landsverk hevur myndugleika yvir landsvegunum og hann hevur eftirlitið við, at hann er tryggur at koyra eftir.
Eftir óhappið gjørdi eftirlitið hjá Landsverki gjørdi skjótt av og fekk viðurskiftini í rættlag beinanvegin í samráð við løgregluna. Samstundis fekk byggifelagið, sum ger Hovstunnilin, boð um at reinsa vegin so at hann var tryggur at koyra eftir.
Í sama viðfangi er eisini bøtt um skeltingina á strekkinum, ið arbeitt verður á.
Men Landsverk er eisini byggiharri í sambandi við Hovstunnilin.
Tá ið Hovstunnilin varð bjóðaður út, eru eisini ásetingar um trygdina. Eitt nú er tað eitt krav, at landsvegurin skal vera tryggur.
Tað var hann ikki í hesum føri og sostatt er okkurt í skipanini, sum er svikið, tí tá ið vegurin er fullur av runu og hálvur, er trygdin ikki forsvarlig, staðfestir Oyvindur Brimnes.
Hann sigur, at heldur byggifelagið ikki treytirnar um at halda vegin tryggan, eigur eftirlitið hjá Landsverki at gera vart við seg og fáa viðurskiftini í rættlag.
Í hesum sambandi verður nú kannað, hvør hevur svikið í hesum føri - um tað er byggifelagið, sum ikki hevur hildið treytirnar, ella um viðurskiftini hava verið í ólagi so mikið leingi, at eftirlitið hjá Landsverki átti at havt varnast tað og sostatt átti at havt steðga tí.
Hann sigur, at áðrenn tað er greitt, hvør hevur skyldina av støðuni, ber heldur ikki til at siga, hvør skal endurgjalda skaðan.
Kortini sigur Oyvindur Brimnes, at nú verður fylgt sera gjølla við, at treytirnar verða hildnar.
Annars fegnast hann um, at tey fýra ungfólkini sluppu so væl frá óhappinum sum tey gjørdu og at størri skaði ikki stóðst av óhappinum