Í gjár, tá Portalurin var ein túr á Selatrað, var ikki so lítið lív í bygdini. Tjøld stóðu uppi, har skótarnir halda til, og børn og ung hugnaðu sær á økinum.
Niðri á bryggjuni vóru menn júst komnir aftur av floti og høvdu fingið upp í eina balju av góðum hvítingi - og onkur toskur var eisini uppi í veiðini. Børn høvdu verið við í bátinum, og lagið á bryggjuni var gott.
Nakrir húsvognar stóðu sunnast á bryggjuøkinum og onkur, sum helt vikuskiftisfrí her, var farin oman á brimgarðin við tráðu. Formaðurin í Felagnum Línuskipum, Jóhannus M. Olsen og ein av døtrunum hansara, stóðu her niðri við sleingitráðu. Onkur skrubba var fram við, og dóttirin sá út til at hugna sær.
Vit tóku nakrar myndir á Selatrað í gjár, sum vit til stuttleikar hanga upp í henda greinastubban.










