Okkurt hendinga æl í dag

Eitt lágtrýst vestan fyri Føroyar fer í ein landnyrðing. Í morgin og fríggjadagin gevur ein hátrýstsryggur støðugt veður, men fríggjadagin fer eitt brúgvalag yvir okkum av vestri og sunnunáttina nærkast eitt nýtt brúgvalag av útsynningi.

 

Veðrið í dag

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útsynningi, 8 til 13 m/s, sum hækkar í ein vestan og móti nátt makar í lot til andøvsgul av ymsum ættum. Sólglottar og okkurt hendinga æl. Hitin millum 8 og 12 stig.

 

Í morgin

Lot til andøvsgul av ymsum ættum, undir 8 m/s. Okkurt æl og sólglottar og hitin millum 10 og 13 stig. Um náttina øtlar hann vindin í gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 m/s. Turt og stundum klárt og hitin millum 5 og 10 stig.

 

Fríggjadagin

Hann øtlar vindin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi av suðri, 8 til 13 m/s. Fyrst turt og sólglottar, men sum frá líður yvirhøvur skýggjað og samregn. Út á náttina snarar hann í ein útsynning og makar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s, og tað klárar í og verður turt. Hitin millum 8 og 12 stig.

 

Leygardagin

Gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur turt og sólglottar, men út á náttina skýggjað og tað fer at regna. Hitin millum 8 og 12 stig.

 

Sunnudagin

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av suðri og útsynningi, 8 til 13 m/s. Skýggjað og samregn, men út á náttina klárar í. Hitin millum 8 og 12 stig.

 

Mánadagin

Okkurt æl og sólglottar. Gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s. Hitin millum 8 og 12 stig.