Okkurt gott býr í øllum

Leikbólkurin Gríma ger eina spennandi uppseting í Norðurlandahúsinum av familjuleikinum Oliver Twist

Leikbólkurin Gríma og mongu hjálparfólk teirra arbeiða í hesum døgum av øllum alvi við uppsetingini av leikinum Oliver Twist. Leikurin skal framførast fyrstu ferð leygardagin 27. oktober.

Tey hava vant síðan fyrst í august mánaði, og samstundis hevur Edward Fuglø snikkað pallin til, sum húsavørðirnir í Norðurlandahúsinum, Finnur Olsen, Heri av Reyni og Anton Jacobsen, hava smíðað. Edward hevur eisini teknað búnarnar, sum Martjun Jóanesardóttir og Olivia Jacobsen hava sitið og seymað nú frá morgni til myrkurs. Hattamakari er Helga Rún Pálsdóttir.

Finnin Peter Snickars er komin úr Svøríki at seta leikin upp.

Hann letur væl at samstarvinum við føroysku sjónleikararnar og øll hesi fakfólkini. Tað hevði gingið fáa aðrastaðni, at tey vóru so fá um at seta henda leikin upp, men tað er ein fyrimunur her, og øll duga alt og kunnu taka hondina í allastaðni.

Handritið til hesa uppsetingina er upprunaliga danskt, men gjørt um til okkara viðurskifti. Leikararnir eru sera fegnir um umsetingina hjá Maluni Johannesen, tí teksturin situr so væl. Hanus hevur gjørt heilt nýggjan tónleik. Leikstjórin hevur skrivað sangirnar, sum Hanus so hevur føroyskað.

Søgan hjá Dickens um Oliver Twist er søgan um tað góða og tað ónda, og tann søgan er altíð góð.

- Og so er hesin leikurin framvegis líka aktuellur, við tað at tað eru eini 40 mió. gøtubørn kring um í heiminum, og leikurin rúmar eisini so nógv annað, sigur Peter Turtschaninov, stjóri í Norurlandahúsinum.

Leikurin er eisini bæði spennandi og stuttligur, og avgjørt ein familjuleikur.

Í grundini er Oliver ikki annað enn ein fátækur drongur, føddur á einum fátækraheimi. Hann ger einki, er óskyldigur, er bara. Men onnur brúka hann fyri sjálv at koma víðari.

Anfinnur H. Jacobsen hevur leiklutin sum Oliver Twist. Anfinnur hevur spælt sjónleik áður, eitt nú var hann við í Skeyk.

- Tað er strævið at spæla, men útrúliga spennandi, gevandi og mennandi, sigur Anfinnur.

Gríma fer ikki út at ferðast við hesum leikinum, tí tað er fíggjarlig orka ikki til.

Leikurin verður bara framførdur í Norðurlandahúsinum í tvær vikur fram til 12. oktober. Tað verða 13 almennar sýningar og sjey sýningar fyri skúlum.

Tað er ikki ov tíðliga at bíleggja sær atgongumerki, tí eini 1400 atgongumerki eru longu seld til skúlasýningarnar, og fólk eru eisini farin at spyrja eftir atgongumerkjum til almennu sýningarnar