Okkurt fyri øll í Vági

Vágur er tiltikin nýggjársbygd og undir heitinum ?Nýggjársdansur í Vági ? her er okkurt fyri øll!? skipar Nýggjársnevndin í Vági fyri dansi á Eiðinum á nýggjárinum. Búi Dahl, formaður í Nýggjársnevndini, sigur, at í fjør varð skipað soleiðis fyri, at dansur fyri yngra ættarliðið var í Vágs Høll, meðan dansur fyri tey tilkomnu var í VB-húsinum. ?Og tá øll tóku sera væl ímóti hesum, so hava okur gjørt av, at skipa dansin eftir sama leisti í ár.

 

Fýra orkestur spæla til dansin

Til dansin í Vágs Høll spæla orkestrini INC, Incurse og Garage Jammers og verða Eyðun Ásason og Sunrid Kærbech gestasangarar. Hesin dansurin er sum nevnt ætlaður yngra ættarliðinum.

 

Í VB-húsinum spælir dansiorkestri Norrøna Dansband og har verður Hans Jacob Hjelm gestasangari. Dansurin í VB-húsinum er ætlaður tilkomna ættarliðinum.

 

Dansurin á nýggjárinum í Vági byrjar sum vanlig kl. 02.00.