Við sjóvarmálan í Kirkjubø liggur okkurt stórt slýggj og flýtur, sum eingin við vissu veit at siga, hvat er beint nú. Tað líkist einum skinni av onkrum slag og hevur ligið har í eitt døgn í minsta lagi. Hóast ringt veður í dag hevur tað ikki flutt seg ein tumma síðan í gjár, og tað hevur fingið fólk á Facebook at gita, hvat hatta kann vera.
Onkur meinar, at hatta er ein partur av einum hvali, onkur heldur tað vera eitt stórt neytaskinn, meðan onkur annar heldur tað vera eitt deytt havdjór.
Tjóðsavnið hevur ikki verið í Kirkjubø og hugt eftir tí enn, men út frá myndunum at døma, væntar Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur, sum stendur fyri hvalagransking á Tjóðsavninum, at hatta er ein leivd frá einum avgusti.
- Hatta tykist at vera restirnar av einum avgusti, helst av melónini, ið er spik, ið situr fremst í kúluni á avgustinum, sigur hann.
Avgustar eru ofta riknir inn til Føroya, bæði heilir og leivdir av teimum, so um tað er ein avgustur, er tað ikki ókent fyri Tjóðsavnið.
Men mann hevur ikki kannað tað nærri, og hetta eru bert gitingar frá myndunum at døma.