Okkum tørvar allar góðar kreftir

 Tað er mín vón, at Ráðstevnan Kanariufuglar í kolanámunum skapar grundarlagið undir einum betraðum kunnleika til viðurskiftini hjá teimum samkyntu, ein kunnleiki, sum er harðliga tiltrongdur. Eisini er tað mín vón, at ráðstevnan ger sítt til, at samkynt og aðrir minnilutabólkar við tíðini ikki fara at hava fyri neyðini at rýma av landinum, fyri at fáa loyvi at liva eitt virðiligt lív. Tí okkum tørvar allar góðar kreftir, til at taka tøk og til at taka lut í tí føroysku tilveruni, segði Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður m. a., tá hann setti ANSO-ráðstevnuna í Norðurlandahúsinum

Hans Pauli Strøm

Kæru ráðstevnu-luttakarar
Vit hittast her í dag fyri at seta sjøtul á eina almenna, opna, og ikki minst djarva viðgerð av einum evni, sum er ikki sørt av tabu í tí føroyska samfelagnum. Viðurskifti, sum viðkoma samkyntum, eru loksins komin á dagsskránna í okkara lítla, og geografiskt avbyrgda landi, nú tit í ANSO, tí norðurlendska felagsskapinum fyri sam-kynt lesandi, hava valt Norðurlandahúsið og Før-oyar sum karmar um hesa ráðstevnu, ið ber tað rámandi, men so vakurt ljómandi heitið Kanariufuglar í kolanámunum, har kanar-iufuglarnir og songur teirra geva eina mynd av, hvussu góð luftin er at anda í seg - av, hvussu góð livikorini eru í einum ávísum umhvørvi.
To our guests from abroad. We are pleased that you found your way to the Faroes, and it is a great pleasure to welcome you in our country. The programme of this conference is highly topical, and it will be interesting to learn about the various issues of homosexuality that will be dealt with in the week to come. Hopefully your stay will be enjoyable and inspiring for you, as it most certainly is for us.
Í Føroyum hava vit mangan lyndi til at lata eyguni aftur fyri evnum og spurningum, sum kunnu vera tvítýdd og tískil krevjandi at taka støðu til. Sum strussurin stinga vit høvdið í sandin, so vit sleppa frá at hava nakra vitan og nakra áskoðan um viðurskifti, sum onkursvegna eru upp á tvørs í okkara sjónarringi. Sum órógva okkum tað vælsignaða óbindandi gerandis-tolsemið. Tí nú høvdu vit tað akkurát so hugnaligt.
Og tilveran í okkara landi hevur jú nógvar fyrimunir. Hjá flestøllum av okkum er orsøkin til, at vit hava valt at liva lív okkara á hesum kørgu og avbyrgdu oyggjum júst hon, at hesir fyrimunir viga tyngri enn møguligir vansar. Familjan. Tað sosiala netið, sum ger, at tað sum oftast bert er eitt hanagleiv til systkin, foreldur, vinir og kenningar. Og tryggleikin í tí kenda, bæði fyri børn og vaksin. Men tað eru júst hesi somu viðurskifti, sum gera, at tað verður tess harðari, tess eirindaleysari fyri tey, sum av einihvørji orsøk fella uttan fyri hendan felags-skap. Sum av einihvørjari orsøk eru soleiðis sett saman, at tey ikki finna stevið á teirri fjølgongdu lívsleiðini.
Millum teirra eru tey samkyntu. Tey, sum hava dirvi til at rætta ryggin og standa við, at tey eru samkynd, hava tíverri ikki nóg góðar sømdir í Føroyum í dag. Tey velja alt ov ofta at stinga í sekkin og sleppa sær av landinum, til tey størru plássini, har høgt er til loftið og vítt er til veggja. So at teirra normalitetur ikki verður offur fyri fordómunum hjá okkara meiriluta.
Fordómar ímóti samkyntum eru vanligir. Alt ov vanligir. Tað kann tykjast sum at fordómar ímóti samkyntum eru millum teir seinastu góðtiknu fordómarnar á okkara døgum. At fólk, sum ongantíð høvdu dittað sær at komið við spottandi viðmerkingum um aðrar minnilutabólkar, uttan at himprast loyva sær at tosa við vanvirðing um júst tey samkyntu.
Vit mugu koma hesum fordómum til lívs, sum tíverri finnast í smáum samfeløgum. Og sum fáa fólk til liva í eini lívslygn, heldur enn at vísa lit. Tí so fáa tey frið. Og so fær familja teirra frið. Men avleiðingarnar kunnu verða álvarsamar. Gransking í viðurskiftum hjá samkyntum vísir, at strongdin, ið stendst av at dylja ein so týdningarmiklan part av samleikanum, sum kynslívið er, mangan er atvold til stóra sálarkvøl, ja enntá til tann sorgarleik, at fólk taka lívið av sær.
Vónandi fara fordómarnir við tíðini at bloytast. Tí tey, ið aftaná koma, hava betri vitan um nógvar spurningar, ið higartil hava verið tabu í tí almenna rúminum í Føroyum, enn vit, sum í dag eru tilkomin og eldri. Yngru ættarliðini verða alt meira útgjørd at liva í einum samfelag, har fjølbroytni ber við sær økt tolsemi og har tolsemi ber við sær økt fjølbroytni. Her eigur eisini undirvísingarverkið at átaka sær ábyrgd av, at næmingarnir í skúlum okkara fáa kunning um livikorini hjá øllum minnilutabólkum í einum nýmótans samfelag, eisini hjá teimum samkyntu.
Eisini standa vit við tí óreingiliga veruleika, at samkynt ikki hava somu lógarfestu rættindi sum hinskynt í dagsins Føroyum. Vit áttu at broytt hendan veruleika, um vit skulu kalla okkum eitt framkomið og nýmótans samfelag. Tí Føroyar skulu kunna rúma øllum føroyingum.
Ráðstevnan Kanariufuglar í kolanámunum er ein viðkomandi áminning um, at hvør fuglur syngur við sínum nevi. Tað er mín vón, at hon skapar grundarlagið undir einum betraðum kunnleika til viðurskiftini hjá teimum samkyntu, ein kunnleiki, sum er harðliga tiltrongdur. Eisini er tað mín vón, at ráðstevnan ger sítt til, at samkynt og aðrir minnilutabólkar við tíðini ikki fara at hava fyri neyðini at rýma av landinum, fyri at fáa loyvi at liva eitt virðiligt lív. Tí okkum tørvar allar góðar kreftir, til at taka tøk og til at taka lut í tí føroysku tilveruni.
Við hesum orðum er ráðstevnan Kanariufuglar í kolanámunum sett.
Takk fyri!