? Vit hava havt eitt ynski um at lagað finaluna til soleiðis, at hon verður so spennandi sjónvarp sum møguligt, og tað inniber, at tú fært hyggjararnar við, sigur Mikkjal Helsmdal, stjóri í Sjónvarpi Føroya.
? Við tað, at hyggjararnir sleppa at atkvøða, so verður tað meira áhugavert fyri teir.
Sjónvarpsstjórin vísir tó á, at um fakdómararnir eru rímiliga samdir, so fara hyggjaraatkvøðurnar tó ikki at hava so nógv at siga.
? Men tú veitst sjálvandi ikki frammanundan, hvussu úrslitið gerst, so tað kann jú eisini vera, at hyggjararnir koma at hava ein avgerandi leiklut. Vit vænta, at ein stórur partur av Føroya fólki fer at fylgja við í finaluni, sigur Mikkjal Helmsdal.
Orsøkin til, at onki hevur verið tosað um telefon- og smsatkvøður til undanumførini er, at hetta hevur tekniskt ikki latið seg gera.
Til tosið um at Prixið eigur at snúgva seg um góðan tónleik og ikki eitt gott show, sigur Mikkjal Helmsdal:
? Um tað skal vera í sjónvarpinum, skal tað vera eitt gott show. Men tað vil ikki siga, at talan ikki er um góðan tónleik, tí tað eini læsir ikki hitt úti. Men eg skal ásanna, at hesa broytingina hava vit ynskt.