Okkara er aftur komin við forvitnisligari serøl. Nýggja ølin eitur »Okkara No.2 – Ráa«. Hetta er serútgáva, ið bara verður bryggjað eina ferð og í avmarkaðari nøgd.
– Marknaðurin fyri serøl veksur framvegis. Vit vilja vera við í hesum rákinum, og tí koma vit aftur nú við einari serøl til føroyska marknaðin. Sammett við No1. Kervil er No. 2 Ráa ein løtt IPA og hóskar væl til summarið, sigur Petur Petersen, sølustjóri hjá Okkara.
Henda IPA (Indian Pale Ale) er ein løtt og leskilig IPA við styrkini 5,8%. Ølin er gjørd við serligu simco humluni, ið gevur ein lættan, frískligan smakk.
– Nú trendurin er nógv við IPA og Pale Ale vilja vit eisini royna okkum á hesum økinum. Vit hava gjørt eina Mikkeler fyrr í ár, sum var sera vælumtókt. Tann ølin, ið kallast Gullhornið, kemur á marknaðarin aftur um eina tíð.
Nummar 2 er so enn ein serøl frá Okkara í ár, og fleiri eru á veg.
»Okkara No.2 – Ráa« fæst í Rúsuni og sølubúðunum hjá Okkara kring landið.