- Okkara tankar eru við belgiska fólkinum

Yvirgangsmenn hava í morgun lopið á belgiska høvuðsstaðin Brússel. Talið av deyðum liggur í løtuni um tretivu fólk og heldur fram við at hækka, meðan talið av fólkum við løstum er farið upp um hundrað.


Kring allan heim vísa stjórnarleiðarar teirra samkenslu við belgisku tjóðini, og eisini Aksel V. Johannsen, Føroya løgmaður, er komin við einari fráboðan.


- Eg eri tungur í huga og sorgarbundin, nú Belgia er rakt av ræðandi yvirgangi. Hetta er tíverri enn eitt álop á okkara grundleggjandi virði í Evropa. Enn eitt álop, har verjuleys fólk gerast offur fyri yvirgangi.


- Yvirgangsatsóknirnar í Evropa seinastu árini eiga at styrkja okkara tilvitan um, at í okkara parti av heiminum skulu vit áhaldandi berjast fyri einum opnum og demokratiskum samfelag.


- Vit hugsa um tey deyðu, særdu og teirra nærmastu. Okkara tankar eru við belgiska fólkinum í hesari myrku og sorgarbundnu løtu.


- Eg fari vegna Føroya fólk at senda Charles Michel, forsætismálaráðharra í Belgia, samkensluskriv.