Tað kom helst óvæntað á hjá teimum felstu, at Tjóðveldi frá at vera størsti flokkur til seinasta løgtingsval, bert var fáar atkvøður frá at enda sum fjórðstørsti flokkur til fólkatingsvalið.
- Vit hava í longri tíð havt valstríðið til Løgtingið klárt, men tað er greitt, at vit hava eftirmett úrslitið av fólkatingsvalinum. Eitt av høvuðsmálunum verður at steðga minkingini í fólkatalinum, og tað skal millum annað gerast við einum altjóða universiteti í Føroyum, sigur Høgni Hoydal.
Hann sigur, at tann stillstøða, sum hevur valdað undir ABC samgonguni ikki kann halda fram.
- Tað er neyugt, at vit taka ábyrgd sjálvir, annars vinnist ikki fram á vegnum. Og vit eru til reiðar við greiðum loysnum, sum vit fara at boða frá, sigur Høgni Hoydal.
Dagurin í gjár gjørdist nakað kaotiskur, og nøkur av kardinalmálunum hjá Tjóðveldi duttu á gólvið.
- Útlendingamálið taki eg ábyrgdina av. Tað er ógvuliga harmiligt, at hartarbeiðandi Tjóðveldisfólk verða hongd út fyri ikki at møta upp í Tinginum. At tey ikki vóru til atkvøðugreiðsluna taki eg ábyrgdina av, sigur Høgni Hoydal.
Eisini málið um brúksskyldu varð mist á gólvið.
- Har hendi jú tað, at flokkar lupu frá gjørdum avtalum, og tað er ógvuliga harmiligt, sigur Høgni Hoydal.
Hann sigur, at uppstillinginí flestu lokalfeløgum er liðug, men enn vantar listin hjá Norðurstreym og Vágunum.
- Hvør kemur á listarnar er suverent upp til lokalfeløgini, og tí dugi eg ikki at siga, hvussu hesir fara at síggja út, sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi.