Ferðamannaskip koma við áleið 35.000 fólkum til Havnar um árið. Umframt tey, so koma eisini ein rúgva av øðrum ferðafólki til Havnar hvørt ár. Og tí ætlar Bogi Andreasen, býráðslimur og formaður í vinnunevndin í Tórshavnar Kommunu, at Visit Tórshavn skal styrkjast.
- Teirra uppgávur skulu nágreinast, so Havnin fær so nógv burturúr ferðafólki sum gjørligt, heldur Bogi Andreasen.
Hann vísir á, at kommunurnar fáa at kalla einki frá landinum fyri at reka kunningarstovurnar, so tí er neyðugt, at kunningarstovan í Havn fokuserar eina og aleina upp á ferðavinnuvirksemi í Havn. Og útlitini eru longu góð, tí í 2018 koma 44 ferðamannaskip á Havnina, og tá ið Tórshavnar Havn er útbygt ber til at taka upp ímóti 30 ferðamannaskip aftrat á Havnina. Tað kundi tó verið munandi frægari, heldur formaðurin í vinnunevndini.
- Okkara trupulleiki er grindadrápið. Vit hava eitt fantastiskt land, sum fólk fegin vilja rinda fyri at koma til. Men trupulleikin er, at tað er so mikið stórt trýst á tær stóru fyritøkurnar, sum reka ferðamannaskip, at tey hava valt Føroyar frá, sigur Bogi Andreasen.
- Vit vita, at í øllum førum tríggjar, fýra stórar fyritøkur hava boðað frá, at tær koma ikki til Føroyar orsaka av grindadrápinum. Eg veit eisini, at aðrir býir í landinum uppliva tað sama, sigur Bogi Andreasen.
Hann fæst tó ikki at siga, hvat ítøkiliga loysnin upp á tann trupulleikan er. Men hann vísir á, at tað er neyðugt at kjakast um hendan veruleikan.
- Okkara endamál er at fáa sum mest burturúr av peningi, so vit kunnu brúka tað til íløgur til frama fyri borgararnar í kommununi. Hetta er so ein forðing fyri at økja um júst hetta virksemi, sigur Bogi Andreasen.