Okkara Sangbók útkomin

Nýggj sangbók er komin á marknaðin, bókin er eitt sindur øðrvísi enn Grøna Sangbók, við tað at fleiri útlendskir sangir eru við og so sjálvsagt teir slagararnir sum eru komnir ta seinastu tíðina

Týsdagin var hugnalig samkoma í sambandi við at sangbókin, Okkara Sangbók, varð útgivin. Ikki so fá komu inn á gólvi í bókhandlinum Rit og Rák í SMS, hendan eftirmiddagin tiltakið fór fram. Á skránni var m.a. sangur, røða og eisini var okkurt leskiligt at fáa afturvið.
Bókin er skipa undir fylgjandi bólkaheitum: »Føroyingar, sum her nú koma saman«, »Barnahjartað alramest«, »Sertilfar«, og síðan »Í húnar hátt«, har tjóðsangur og flaggsangir eru við.
Tað er undir tí fyrsta bólkinum, at fleiri útlendskir slagarar eru komnir við. Harímillum eru tónlistafólk sum Evert Taube, Gasolin, Queen, The Everly Brothers og fleiri. Her finnur ein sangir, sum kunnu hóska til góðan felagssang. Ímillum sangirnar er lagið hjá Queen, »Bohemian Rapshody«, sum neyvan kann vera so lættur at tríva í hjá vanliga føroyinginum um hetta var ætlanini. Men uttan iva fara teir nýggju útlendsku og sjálvsagt teir føroysku sangirnir at krydda fleiri veitsluløtur og aðrar løtur, har høvið er til tess.Í bókini er eitt væl skipað leitiyvirlit. Forlagið á Deild gevur Okkara Sangbók út, lagt til rættis hava Magni Olsen og Ernst S. Olsen.