Okkara rættur er skerdur

Pensjónistar fáa ikki eitt oyra av puljuni, sum hvørt ár kemur til Føroya

 

- Sum støðan er nú, hava vit mist ein rætt, vit annars høvdu havt.

 

Tað sigur Arne Thorsteinsson, formaður í Landsfelag pensjónistanna.

 

Føroyingar spæla fyri nógvar pengar um árið í tips og lotto og hvørt ár kemur ein pulja upp á einar 10 milliónir aftur til Føroyar, her hon verður lutað sundur til ymiskt endamál.

 

Men pensjónistar fáa ikki eitt oyra úr hesi puljuni og tað vilja tey nú hava broytt.ð

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Arna Thorsteinsson greiða frá.