Károly Potemkin hevur seinastu tvey árini prógvað, at hann er ein hin vandamesti framherjin í føroyum fótbólti. Ungarin hevur havt fleiri upp – og niðurtúrar á sínari leið upp á tindin, men tað tykist ikki ávirka hann longur. Hann er ikki serliga skjótur á fyrstu metrunum, men stórur og vælvaksin, sum ger, at hann stendur seg millum tungu føroysku verjuleikararnar. Hann skal ikki hava ov nógv pláss, og tað vísir seg, at flestu málini, hann hevur skotið, eru úr brotsteigarøkinum. Og tað ger hann við bæði fótinum og høvdinum.
Størsti trupulleikin hjá Potemkin eru misnýttu málmøguleikarnir. Framherjin er vitandi um trupulleikan og staðfestir, at hann skuldi havt skotið 10 ella 11 mál higartil í hesum kappingarárinum. Hann er ikki so arbeiðssamur, men er altíð við í framrættaða spælinum. Sjálvsálit og spæligleði hevur ovurhondsstóran týdning fyri Károly Potemkin, tí hann hevur áður víst í Føroyum, at hann hevur tað torført í mótgongd.









