Okkara álop sterkari

– Endin á dystinum var fantastiskur, og sjálvandi var tað serliga stuttligt hjá okkum, tí vit vunnu. Hinvegin er tað óivað sera irriterandi fyri Fleyr, sigur venjarin hjá SÍ-kvinnunum, Jóhan Petur á Stongum, tá hann eftir kvinnufinaluna tók samanum.

– Tað er stuttligt fyri áskoðararnar at fáa ein sovorðnan dyst, og tað var eisini øgiliga spennandi. Nú er hetta so ikki eftir, so nú verður tað meistaraheitinum, vit fara eftir.

Jóhan Petur á Stongum heldur størsta munin á liðunum vera breiddina, og tað útdjúpar hann við, at Fleyr hevur størri breidd, men at SÍ hevur eina sterkari breidd – serliga í álopspartinum.

– Okkum eydnaðist rímiliga væl at klára Gudrid Nolsøe hjá teimum, men verri var við Hjørdis Johannesen, sum vann øgiliga nógvar bóltar á miðjuni, og tað gjørdi tað sera trupult hjá okkum, sigur SÍ-venjarin.

– Tær løturnar, vit taptu nógv, vóru tað móttøkurnar hjá okkum, ið ikki vóru nóg góðar – partvíst orsakað av nýggju bóltunum, sum vit ikki hava vant okkum ordiliga við enn – og so var tað altso Hjørdis, ið gav okkum stórar trupulleikar. Men vit hildu allíkavæl stand og kláraðu tað.