Okkara letur upp útsølu í Vági

Okkara, bryggjaríðið á Velbastað, fær nú sítt fyrsta sølustað uttan fyri bryggjaríið og Rúsuna. Tað verða suðuroyingar, ið fyrstir fáa hesa tænastuna. Frá týsdegi kl. 16 kunnu suðuroyingar fara í gamla bakaríið hjá Torbjørn Hjelm á Toftavegi í Vági at keypa Okkara øl.

Tað er Arni Brattaberg, ið umboðar og rekur søluna hjá Okkara í Vági, og er ætlanin at hava opið 2 tímar um dagin at byrja við: mánadag-týsdag kl. 16-18 og leygardagar kl. 14-16.

Arni væntar, at vágbingar fara at taka væl undir við útsøluni, og er spentur uppá at fara undir hetta nýggja virksemið.

Okkara er í tingingum við áhugaði umboð og samstarvspartar og fer í næstum at lata fleiri útsølustøð upp kring landið. Sølan higartil hevur gingið væl, men egin sølustøð eru neyðug, um bryggjaríið á Velbastað í longdini skal klára seg í hørðu kappingini á føroyska marknaðinum