Okkara landslið ávegis til Silver League

Okkara menn og kvinnur hava fyrireikað seg væl til Silver League-kappingina, sum verður henda næsta mánaðin.

 

Tíðindaskriv: 

 

Fyrstu landsdystirnir í Silvurliguni verða longu í Letlandi um vikuskifti og okkara kvinnur spæla fríggjadagin kl: 17:00. Okkara menn spæla sín fyrsta Silver League dyst í Íslandi 13/06 kl 18:00. Allir dystirnir hjá Føroyum verða væntandi at síggja á www.eurovolley.tv

 

Kvinnurnar skulu spæla í Lettlandi, Føroyum og Luksemborg, og menninir spæla í Íslandi, Føroyum og Georgia.

 

Heimadystirnar vera í Høllini á Sandi og vóna vit at síggja nógvar áskoðarar at heppa uppá okkara landslið í Flogbólti.

 

Venjaratoymið hjá manslandsliðnum er hetta:

 

Venjari: Boban Ilic

Hjálparvenjari: Oleksandr Dmytriiev

Liðleiðari: Berit Norðoy Vilhelmsen

Fysiskur venjari: Riccardo Santangelo

Fysioterapeutur: NB Fysioterapi

 

##med2##

##med3##

 

Venjaratoymið hjá kvinnulandsliðnum er hetta:

 

Venjari: Ciro Zoratti

Hjálparvenjari: Mileta Vesovic

Liðleiðari: Lena í Buð

Fysiskur venjari: Riccardo Santangelo

Fysioterapeutur: NB Fysioterapi

 


Dystarskráin hjá Føroyum sær soleiðis út:

 

Kvinnur:

 

Umafarið í Lettlandi - Zemgales Olympic Center, Jelgava

30/05 kl. 17:00: Føroyar - Lettland

31/05 kl. 18:00: Ísrael – Føroyar

 

Umfarið í Føroyum - Høllin Inni í Dal, Sandur

06/06 kl. 19:00: Norðurmakedónia - Føroyar

07/06 kl. 17:00: Eysturríki - Norðurmakkedónia

08/06 kl. 17:00: Føroyar - Eysturríki

 

Umafarið í Luksemborg - d'Coque "Gymnase" Luxembourg

14/06 kl. 19:00: Føroyar - Ísland

15/06 kl. 17:00: Luksemborg- Føroyar

 


Menn:

 

Umfarið í Íslandi – Digranes, Kopavogur

13/06 kl. 18:00: Føroyar - Ísland

14/06 kl. 16:00: Svøríki – Føroyar

 

Umfarið í Føroyum - Høllin Inni í Dal, Sandur

20/06 kl. 19:00: Aserbadjan - Føroyar

21/06 kl. 17:00: Eysturríki - Aserbadjan

22/06 kl. 17:00: Føroyar - Eysturríki

 

Umfarið í Georgia - New Sports Palace, Tbilisi - Small Hall

 

28/06 kl. 16:00: Føroyar - Luksemborg

29/06 kl. 16:00: Georgia - Føroyar

 

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##