Okkara Land

Niður við Tjóðveldisflokkinum og vel samband

Tað er av sera stórum týdningi, at vit fáa gjørt upp við ta ónøgd, sum er viðvíkjandi manglandi statsrætti føroyinga.

Tað vísir seg, at allir flokkar á tingi siga seg vilja broytingar:

 

Sambandsflokkurin vil broytingar undir donskum yvirræði, sigur hann, hóast ongin er førur fyri at siga frá, hvørjar broytingar talan er um.

Javnaðarflokkurin vil broytingar undir donskum yvirræði, sigur hann, - men er nakar førur fyri at siga frá, hvørjar broytingar talan er um. Hugsi ikki!

Hesir flokkarnir eru sum øllum kunnugt samdir í løtuni um, hvønn statsrætt vit skulu verða undir. Nemliga donskum yvirræði.

Tað er greitt, men broytingarnar frá núverandi støðu, og til hvørja broyting teir ynskja er øllum ógreitt.

Hóast hesa støðu í dag, var Javnaðarflokkurin samdur við okkum í 1998, tá ið teir søgdu seg vilja taka undir við síðu eitt í samgonguskjalinum, tað er tann síðan, sum snýr seg um fullveldi. So tað er ikki so løgið, um tey sjálvi, og vit onnur ikki vita, hvat tey meina.


Arbeiða víðari við

Men hvussu er og ikki, so mugu vit sláa fast, at tað sum hendan samgongan, og komandi fullveldissamgonga og umboð Tjóðveldisfloksins á Danatingi, fer at arbeiða víðari við, er:

At føroyingar skulu hava evsta vald og evstu ábyrgd yvir Okkara Landi.

At føroyingar viðurkennast sum tjóð. Hetta er danska stjórnin ímóti, tí teir siga at í danska ríkinum er ein tjóð, og tað er tann danska.

At móðurmál okkara verður viðurkent sum tjóðarmál okkara

At føroyingar fáa eitt virðuligt samband við danir.

At føroyingar fáa betri atgongd til útheimin.

Hetta eru alt viðurskifti, sum eru so sjálvsøgd, men sum ikki kunnu gjøgnumførast, uttan so, at tann sum stríðist fyri hesum trýr uppá tað og vil at nakað skal henda. Viðkomandi skal so sjálvandi eisini tora at arbeiða sjálvstøðugt og miðvíst.

Hesi krøvini uppfyllir Tjóðveldisflokkurin, og bjóðar seg tí fram at arbeiða fyri Okkara Land niðri á Danatingi.