TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðu við kenda íslendska kokkin í Føroyum, Guðmund Guðmundsson, sum er farin ta longu leið til Fraklands at stuðla sínum landsmonnum, nú teir á fyrsta sinni í A-landsliðshøpi skulu spæla í einum endaspæli í fótbólti.
Guðmundur Guðmundsson kom til Lyon í gjárakvøldi, og hann greiðir frá, at tað eru so nógvir íslendingar í Lyon, at tað er næstan sum at verða heima í Íslandi. Kendi íslendski kokkurin væntar, at tað verða næstan 30.000 íslendskir fjepparar á leikvøllinum í Saint Etienne til dystin ímóti Portugal klokkan 20 í kvøld. Fyri Guðmund Guðmundsson verður tað ein stór og rørandi løta, tá íslendski tjóðsangurin fer at runga, og hann ivast í, um hann fer at megna at halda tárunum aftur ta løtuna.
Guðmundur Guðmyndsson er vónríkur um, at Ísland kann megna ein javnleik ímóti Portugal, og kann vinna á Ungarn. Hann hevur tó ikki so góðar vónir um dystin ímóti Eysturríki, sum Ìsland søguliga hevur tað torført ímóti, og ikki hevur vunnið á enn í landsliðssøguni.
Guðmundur Guðmundsson hevur eisini atgongumerki til dystin ímóti Ungarn leygardagin, men eftir tað má hann heimaftur til Føroya, tí sonurin fær studentsprógv, men vinnur Ísland seg til hálvfinaluna er ikki óhugsandi, at kendi kokkurin fer enn ein túr til Fraklands at stuðla landsmonnum sínum.