Um hetta mundið plaga føroysku bryggjaríini at koma við jólaøli á marknaðin, og í so máta var einki undantak, tá sokallaður J-dagur var.
Henda sama dag hittust limirnir í danska felagnum,Vestjysk Ølkultur, SVØ, at smakka og kjósa ársins jólabryggj.
SVØ hevði valt 12 ymiskar jólabryggj út, sum vórðu latnir limunum at blindsmakka. Tað er, at limirnir vistu, at teir skuldu smakka jólabryggj, men ikki, hvørjum bryggjaríi ølið var frá. Her vóru bæði gamlir kenningar og nýtt á skránni.
– Uppundir jólabryggjsmakkingina setti fyrrverandi limurin hjá SVØ í Føroyum, Bjarne Juul Pedersen, seg í samband við felagið. Hann veit alt um bryggjaríið Okkara og syrgdi fyri, at Okkara Jól, kom fram til smakkingina. Okkara Jól varð nummar tvey, sigur Petur Petersen, sølustjóri hjá Okkara.
Hann sigur, at Okkara takkar Bjarne Juul Pedersen hjartaliga fyri hansara góða smakksans. Okkara fekk eisini køna og holla hjálp frá fyrrverandi bryggimeistaranum og stjóranum á Thisted Bryghus, Peter Klemensen.
Sum vant varð jólabryggið dømt eftir liti og skúmi, anga, smakki og eftirsmakki. Limirnir góvu jólabrygginum stig heilt eftir, hvat hvør einstakur smakkari meinar, at ein góð jólabryggj skal vera.
SVØ hevði býtt jólabryggið upp í tveir flokkar, ein "mildan" flokk við jólabryggi upp í 6% og ein flokk við tí sterka jólabrygginum yvir 6%.
Okkara Jól hoyrir til tann milda flokkin, og úrslitið av smakkingini hjá SVØ var:
Tann mildi flokkurin:
Nr. 1 Julebryg, Bryggeriet Herning
Nr. 2 Okkara Jól, Bryggjaríið Okkara, Føroyar (4)
Nr. 3 Mors Jule Stout, Bryggeriet Refsvindinge (5)
Nr. 4 Jóla Bryggj, Föroya Bjór (1)
Nr. 5 Ludvigs Jul, Mylius Erichsen Bryghus (2)










