Rólant Waag Dam
»Ghost With Skin«
Eg ynski mær nógvar fløgur, men mest av øllum ynski eg mær »Ghost With Skin« hjá Benjamin. Hann hevði eina av bestu og mest sannførandi konsertunum á G! í summar, sum fekk meg at gloyma alt um vátar soviposar og vánaligt veður. Líka síðani havi eg glett meg til fløguútgávuna.
Bókina »Gå – eller kunsten at leve et vildt og poetisk liv«
Eg ynski mær eisini fleiri bøkur. Ein, sum stendur ovarliga á ynskilistanum, er »Gå – eller kunsten at leve et vildt og poetisk liv«, eftir norska Tomas Espedal. Bókin varð millum annað viðgjørd í frálíku bókmentarøðini Læsegruppen Sundholm, sum eg havi arbeitt við í samband við lesnaðin. Nú vil eg sjálvur lesa bókina.
***
Eyðun Klakstein
Norskar curling-buksir
Eg kundi hugsað mær at verið ílætin sum ein norskur curling-spælari á føstulávint, so kanska skuldi eg bara fingið eitt par av teimum nýggju norsku curling-buksunum í jólagávu. Eru hetta ikki tær mest fantastisku buskirnar nakrantíð?
Føroyskt turriklæði
Næstu mánaðirnar skulu vit ígjøgnum eina kalda og myrka tíð við illveðri og kava. Gott við einum føroyskum turriklæði frá Guðrun & Guðrun.
***
Inna Tørnroos
Ipad 2
Eg eri eitt teknik-freak, so eg ynski mær seinasta fingraskíggjan frá Apple - Ipad 2. Ein nýggj fartelefon hevði heldur ikki verið so galin.
Nýtt bikini
Eg fari eftir ætlan at sóla mær í januar, og eitt nýtt bikini hevði komið væl við. Hesi frá Scampi eru góð til okkum sum ikki viga 45 kg og síggja út sum fotomodellir ;-)
***
Barbara Holm
Mína egnu hálsketu
Tað er kanska á markinum til at vera eitt sindur platt, men eg haldi nú hesar hálsketur, sum Carrie frá Sex and the City gjørdi heimskendar, hava eina stóra sjarmu. Mær dámar væl hesar hálsketur, tí tær eru ógvuliga persónligar og kunnu nýtast til øll høvi. Og sjálvt um hesar hálsketur eru nógv at síggja, so ynski eg mær kortini eina
Kevin Murphy vørur
Tær røttu hárvørurnar kunnu bjarga tær teir dagar, tá ið tú hevur ein ringan hárdag. Og mær dámar væl javnan at gera okkurt øðrvísi við mítt hár, og tí eru hesar vørur á ynskilistanum. Eg havi roynt okkurt hjá Kevin Murphy, sum júst hevur funnið sín veg til Føroyar, og tað er snøgt sagt fantastiskt!
****
Rannvá G. Fossaberg
Luktilsi frá Marc Jacobs - Daisy
Havi í langa tíð ynskt mær hetta luktilsi, sum av eini ella aðrari orsøk minnir meg um summar! Ein frískur og feminiur angi við einum veti av blómum, jarðber, greypfrukt og jasmin. Daisy er eitt luktilsi, sum eftir mínum tykki kann nýtast til eitthvørt høvi.
Simon Talbot - Damp
Var so heppin at uppliva Simon Talbot við nýggjastu stand-up framførsluni í Århus í august. Hóast eg ikki eri størsti fjepparin av stand-up, so flenti eg nærmast nonstop eftir øllum teimum stuttligu søgunum í Damp. DVD´in er perfekt til hugnakvøld saman við vinfólki jóladagarnar.