Okkara hava royndirnar

Í Eysturríksku miðlunum verður nógv gjørt burturúr, at liðnum vantar rutineraðar kreftir, og útsøgnin verður eisini stuðlað av hagtølunum fyri einstøku spælararnar.

Soleiðis er samlaða landsdystartalið í eysturríkska hópinum 200 dystir, meðan føroysku spælararnir til samans hava spælt 348 dystir.

Royndasti spælarin hjá føroyingum er Jákup Mikkelsen, sum í kvøld spælir sín dyst nummar 64, meðan Paul Scharner, Christian Fuchs og Christoph Leitgeb allir hava spælt 25 dystir hvør undan dystinum í kvøld.