Aksel V. Johannesen, løgmaður, fer vegna Føroya fólk og landsstýrið, at senda samkenslu skriv til svenska forsætisráðharran, Stefan Löfven. Tað boðar løgmaður frá í tíðindaskrivi í morgun.
- Atsóknin í Stokkhólmi í gjár er skakandi. Okkara grundleggjandi virði eru enn einaferð undir álopi, heldur løgmaður.
Les eisini: Hetta vita vit um álopið í Stockholm
- Okkara svenska brøðrartjóð er í stórari sorg. Atsóknin í Stokkhólmi í gjár er skakandi. Púra verjuleys fólk eru aftur rakt av einum ódjørvum álopi. Okkara grundleggjandi virði eru enn einaferð undir álopi. Hetta eigur at fáa okkum standa enn sterkari saman. Døkku kreftirnar fara ikki vinna, skrivar løgmaður.
Les eisini: Hevði ikki væntað hetta
- Vit hugsa um tey deyðu, særdu og teirra nærmastu. Okkara tankar eru við okkara norðurlendsku brøðratjóð í hesari myrku og sorgarbundnu løtu, sigur Aksel V. Johannesen