Sum liður í at hjálpa børnum, sum liva í fátækaváða, selja listafólk og Listagluggin yvir 30 málningar av okkara fremstu listamálarum.
Málningarnir eru millum annað av Torbjørn Olsen, Zacharias Heinesen, Steffan Danielsen, Eyðun av Reyni, Ingálvur av Reyni, Bárður Jákupsson, og fleiri listafólk luttaka og vera tað reiðiliga 30 verk við á framsýningini.
Vinningurin av søluni á framsýningini fer til átakið.
Verkini vera hongd upp í Norðurlandahúsinum í dag, og frá klokkan 15.00 ber til at koma inn á gólvi og síggja málningarnar. Til ber at keypa verkini til stóra tiltakið í Norðurlandahúsinum kvøld, tá ið endabresturin av "Meðan vit bíða" verður hildin í Norðurlandahúsinum. Tiltakið byrjar klokkan 19.00, og er ókeypis. Framsýningin eins og tiltakið er í kafeterianum í Norðurlandahúsinum. Listaverkini hava fastan prís.
Um listaverkini ikki vera seld í kvøld, so ber til at síggja og keypa tey í Listaglugganum, Dr.Jakobsensgøta 15, mánadagin og týsdagin kl. 14-17, tá stuðulsætlanin endar.
Viðfesta myndin er av málningi hjá Ingálvi av Reyni, sum eisini verður til sølu í kvøld í Norðurlandahúsinum.