Okkara fær 6,5 milliónir krónur

Íleggjarar hava sett 6,5 milliónir krónur í bryggjaríið Okkara. Nevndarformaðurin sigur við Dimmalætting, at tað allatíðina hevur ligið í kortunum, at nýggir íleggjarar skuldu seta pengar í felagið.

Óli M. Hansen, nevndarformaður, sigur, at tað eru fleiri íleggjarar og talan er um føroyingar burturav. Hann vil ikki út við, hvør tað er, sum hevur skotið pengar í felagið, men Dimmalætting skrivar, at ein av íleggjarunum er SMS.

Stjórin í SMS, Niels Mortensen, váttar, at so er, men sigur samstundis, at teirra partur í Okkara er lutfalsliga lítil.

Sambært nevndarformanninum í Okkara gongur eisini væl við søluni hjá nýggja bryggjarínum. Fyrstu tíðina høvdu teir ilt við at fylgja eftirspurninginum, umframt smávegis trupulleikar við framleiðsluni, men nú er bryggjaríið sloppið av við allar barnasjúkurnar, sigur Óli M. Hansen við Dimmalætting.