Okkara eldru ? og ríkisveitingin

Avleiðinganar av at undanfarna samgonga skerdi ríkisveitingina merkjast nú av álvara. Stórt hall er á fíggjarlógini. Vit spurdu júst um avleiðingarnar ? men fingu onki svar

Marjus Dam
løgtingsmaður
?????
So leingi, ið Sambandsflokkurin situr í samgongu, hava tey eldru onki at óttast. Tit eldru verða ikki slept uppá fjall. Eldraøki skal styrkjast og mennast. Alt annað er brot á samgonguskjalið og óvirðiligt. Tað undrar stórliga, at tað kann koma so langt, at haldast skal uppat at gera mat til tey eldru, tá tørvur júst er á, at hendan skipan verður enn meira útbygd.
Víðari hoyrist eisini, at skerjingar eru innan heimarøktina. Hendan skerjing er so ógvuslig, at mong eldri liggja heima í eini neyðar støðu.
Øll skipanin má endurskoðast, so vit fáa at síggja hvat peningurin til økið fer. Fer hann til tey eldru, ella til annað, ið onki hevur við tey eldru at gera?
Tjóðveldispolitikkarar finnast at støðuni. Og eg eri fyri einaferð skyld samdur við teimum í, at okkara eldru skulu hava ein virðiligan aldurdóm. Tað er millum annað av júst hesi orsøk, at eg eri Sambandsmaður. Men neyðugt er samstundis at vísa á, at júst Tjóðveldispolitikkur er størsta hóttan ímóti okkara samfelagi og ímóti okkara eldru.
Skerjingin av ríkisveitingini er orsøkin til at vit hava hall á fíggjarlógini, og at peningur tørvar allarstaðir.
Journalistar spyrja dúgliga fyri tíðina, serliga teir, ið eru mikrofonhaldarar fyri tjóðveldisflokkin. Hví spurdu hesir journalistar onki um hvør avleiðingin var av at skerja ríkisveitingina á sinni. Tí sjálvandi kom tað at ávirka. Tað merkja tey eldru í hesum døgum. Eins og fólk innan heilsuverki, skúlar og fólk innan vinnuna. Hví varð onki spurt tá, heldur enn at bert spurt verður nú. Teir duga at spyrja.
Eg haldi, at vit eiga at samráðast ríkisveitingina uppaftur í 2006. Tí vit kunnu ikki bjóða okkara eldru og starvsfólkum har eins og skúlum og vinnulívi at verða knúskaði niður í armóð tí Tjóðveldisflokkurin og nakrir aðrir gjørdu ein stóran politiskan brølara við at skerja ríkisveitingina. Higartil hava vit mist óneyðugt 1500 milliónir krónur. Tað merkist. Men nú er neyðugt at royna at arbeiða sum ein góður politikari, og royna at bøta um tann polisiska skaða ið er gjørdur. Rokningin kann ikki sendast til tey eldru og tey veiku. Tað ber ikki til. Og sum er, so megnar vinnulívið neyvar eina stóra rokning omaná halli hjá fleiri av teimum.
Tað er neyðugt, at vit hækka ríkisveitingina aftur við komandi samráðingar við stjórnina.