(Ókeypis) Vígsla í Eiðis kirkju 2. august

Polterabend á Oyri

Eftir at hava málað Havnina reyða (ella bláa og svarta?), høvdu hesar gellurnar leitað sær norður á Oyri til polterabend. Ikki vóru tær farnar á festival, men nutu friðin niðri á kampingøkinum í staðin.

 

Maria Súsanna Festirstein skal standa brúður 2. august. Eyðun Hammer er tann hepni maðurin.

 

Vígslan verður í Eiðis kirkju. So er at vóna, at tað er ókeypis atgongd í kirkjuna tann dagin ;)