Ókeypis morgunmatur á Sandi

Nú klokkan 10 bjóðar Sands kommuna ókeypis morgunmat í ovaru hæddini í bókasavninum á Sandi.

Í samband við sandoyarstevnu, sum byrjaði í gjár, bjóðar Sands kommuna í morgun í tímunum millum klokkan 10 og 12 ókeypis morgunmat í ovaru hæddini í bókasavninum á Sandi.

 

Um middagsleitið í dag byrja eisini barnatiltøk á Sandinum við eini kapping um at byggja vakrasta slottið úr sandi. Her sleppa børn eisini at koyra í traktori, og jollutúrar verða sigldir í ánni. Ymisk spøl verða til tey smæstu børnini.

 

Sandoyarstevnan verður sett í dag klokkan 14, og tað verður borgarstjórin, Brandur Sandoy, sum fer at seta stevnuna og halda røðu uttan fyri Virkið.

 

Nógv ymiskt er á skránni á Sandi í dag, og á midnátt fer Poul Klementsen at halda midnáttarrøðu á Ljósafløtti, og eftir røðuna verður felagssangur.

 

Kvøldið í kvøld endar við dansi í Virkinum við Terja, Eyðun, Kim & Arnhold - og í morgin klokkan 12 verður gudstænasta í Sands kirkju við Jákupi Reinert Hansen, presti.