Í samband við nýggja skúlaárið hevur Ó gjørt avtalu við Klaksvíkar og Tórshavnar kommunu um, at lesandi fáa ókeypis lestrarkort. Við lestrarkortinum verður bíligari at lesa í Føroyum, tí lesandi fáa m.a. avsláttur, tá tey fara á kafé, til frisør, keypa koyrikort ella fara til tannlækna.
– Tað er stuttligt at byrja aftur í skúlanum, men tað er ikki líka stuttligt at síggja bókalistan, sum lærararnir koma við, tí skúlabøkurnar eta studningin, skrivar Ó í tíðindaskrivi í morgun:
– Tað var við ringum tannabiti, tá eg keypti skúlabøkur, tí eg visti, at bøkurnar vóru ov dýrar, sigur Rógvi Mikkelsen, stjóri á Ó, og fyrrverandi næmingur á handilsskúlanum.
– Tískil gjørdu vit avtalu við bókamiðsøluna í Føroyum og Danmark um, at lesandi í Føroyum fingu møguleikan at keypa bíligari skúlabøkur.
Ó skrivar, at ert tú ein av teimum, ið byrjar aftur á miðnámi ella Setrinum, kanst tú skráseta teg á www.o.fo og fáa ókeypis lestrarkort. Skal tú harumframt gera stórar íløgur í skúlabókum, kanst tú gera tað í sama viðfangi, sum tá tú skrásetur teg, tí skúlabøkurnar verða seldar online. Tað kann viðmerkjast, at lestrarkortini eru galdandi fyri allar útbúgvingar í Føroyum. Alt frá miðnámi til tekniska skúla til vinnuháskúlan og Fróðskaparsetur Føroya.
Les meir VIÐ AT TRÝSTA HER