Ókeypis hummarasuppa

Ovastevnunevndin bjóðaði ókeypis hummarasuppu í tjaldinum á keiini.

Ovastevnunevndin bjóðaði ókeypis hummarasuppu í tjaldinum á keiini.

 

Hummarasuppan var helst serliga ætlað regattafólkinum, men tað vóru ikki nógvir bátar, sum komu til Nólsoyar í dag.

 

Hóast veðrið er at tí besta, eru bæði fáir bátar komnir, eins og fá fólk eru komin til Nólsoyar higartil í dag.

 

Talið av regattabátum er beint oman fyri 10, og að mundu ikki vera fleiri enn um hundrað til framførsluna á keiini um lívið hjá Ova.

 

Vónandi nýta fólk høvi at koma til Nólsoyar, tí nógv er at uppliva á ovastevnuni.