Nú ókeypis sigling verður við øllum skipum hjá strandferðsluni, er gjørt eitt sindur eyka burturúr umborð á Smyrli. Eitt tiltak fyri børn verður, har Halda Dalbø og Sólgerð Andreasen fara at lesa úr nýggju bókini um Boggelibogg og signera hana. Tær verða umborð fríggjadagin, sum tó ikki er ókeypis at sigla, og leygardagin,
Eisini hevur matstovan okkurt eykagott á matarseðlinum leygardagin og sunnudagin, umframt at kioskin hevur eitt gott úrvæl bæði av góðgæti, listahandverki og øðrum. Meira sæst um hetta á jeimasíðuni hjá Strandferðsluni.
Í Suðuroynni verður eisini ymiskt gjørt til reiðar, nú ókeypis er at ferðast um Suðuroyarfjørð, og eittnú hebur langhylurin, Pálshøll, familjudag.