Ókeypis at fara til kappingarnar á oyggjaleikunum í Orknoyggjum

Tó er avmarkað við áskoðaraplássum í Orknoyggjum

Í Orknoyggjunum leggja tey hond á seinastu fyrireikingarnar til oyggjaleikirnar, ið vera dagarnar 12. til 18. juli.

 

Føroyskir áskoðarar sum fara til leikirnar at stuðla føroysku íðkararnar nýtast ikki at hugsa um kostnað fyri atgongumerki.

 

Oyggjaleikafyrireikingarnevndin í Orknoyggjum hevur alment boðað frá, at tað verður ókeypis at fara til allar dystir og kappingar á oyggjaleikunum. Tó er avmarkað við áskoðaraplássum til summar kappingar, og tí ræður um at vera í góðari tíð til kappingarnar.

 

Størsti trupuleikin hjá føroyskum áskoðarum, og øðrum áskoðarum verður tó at finna innivist. Summar oyggjar hava meldað lið úr fótbóltskappingunum, orsaka av manglandi innivist undir leikunum í Orknoyggjum.