Høgni Mohr
--------------
»Eg eri eygu, oyru, nøs og muður pinkubarnsins.«
Høgna opinbering, einasta ørindi
Klokkan, sum hongur beint inni á føðistovu 1, gongur skeivt. Tað hevur hon gjørt í 24 ár. Mamma mín skal setast í gongd. Hon hevur gingið 14 dagar yvir tíðina. Ljósmóðurin eitur Samson. Hon kemur at prika hol á hinnuna, so fosturvatnið fer.
Tá ið konur teirra áttu, smullu bæði ein royndur tannlækni og ein sterkur fótbóltsspælari í gólvið, minnist onkur. Babba er hvørki tannlækni ella fótbóltsspælari; tíansheldur svímaður. Babba er bara spentur sum eitt barn. Eingin eitur sum babba, og eingin er sum babba. Hann er útróðrarmaður í stálbáti. Á, babba! Tú sært so fittur út í svørtum klæðum og skóm.
Nú er klokkan ordiligt 10.02. Mamma stendur úti í longu gongini og bíðar eftir verkjum. Har renna gongsgentur, og har standa summar konur uppsteðgaðar, tí gongulagið er í ólagi. Ein hurð er neyðútgongd. Man mær tørva eina slíka í dag? Á bróstunum hongur nógv danskt um bróst, bilbelti og annað spennandi. Fólkini í hvítum klæðum eru ikki líka glað, sum tey hava verið. Her er stilt eftir stríð. Men konan Samson mannar seg upp.
– Eg hopi ikki, at tú skrivar, at ljósmóðurin hevur mist pappírini vekk, sigur hon flennandi við grøna mannin, meðan hon leitar eftir pappírsrúgvuni um meg og mammu.
Nú eru vit inni á føðistovu 1. Tað er gongd í, merkir Samson. Babba kennir, at húðin á hondini á mammu er heit og vát. Hann hoyrir hjarta mítt duka, og í nasum hansara kennist eitt angabland millum sprittaðar hendur inni og tey trý rossini uttanfyri, sum sova eitt sindur, eta meiri og skíta á rest.
Mamma gongur og válar einsamøll, meðan Elvis í útvarpinum syngur: You´ll never walk alone. Onkur tekur Elvis í álvara. Tað er ein vespa á einum veggi, sum ger ein vørr. Bjølgurin, sum eg liggi í, darrar, tá ið vespan av vegginum surrar svøk rundan um mammu. Babba táttar takið í leðurhondtaskuni hjá mammu. Hann hevur hug at loypa til, har ið hann situr í stovustólinum. Men so kemur hjálparfólkið Inga inn at hjálpa. Hon sproytar spritt mitt á vespuna. Vespan stingur í sekkin og fer út gjøgnum gloppaða gluggan.
Beethoven og babba
Fýra sløktir ljósbakkar hanga undan loftinum í rúminum, sum er føðistova, vanlig stova og baðirúm í senn. Sólin stendur beint inn í rútarnar. Babba mutlar fyri seg sjálvan. Hann er heitur.
– Meðan vit bíða! Huff ...
Mamma tivar eitt sindur og hvílir seg niður á vestara gluggakarm.
– Vilt tú sita, spyr babba, ið ikki eigur annað enn eyðmýkt í eygunum.
– Nei, eg orki ikki at sita, svarar mamma fjaroygd.
– Noy, lítið voyggj er í vespunum, sigur babba og letur eitt annað vindeyga upp. Eitt frískligt lot trokar seg inn.
Ljósmóðurin kemur við einum grønum hitadunki. Hon leggur hann at verma kláru vøgguna, sum eg skal liggja í.
– Harðnar tað ordiliga nú, Anita, spyr hon.
Mamma er ikki rættiliga við longur. Hon hellir seg inn at fótalagnum á Sechers-borðinum. Har stendur hon og stunar stillisliga. Úr lítla, gráa Philips-tólinum á hillini ljóma nú kamartónar frá Rossini.
– Hetta er ikki allarbest, sigur mamma, sum hermir eftir mær og leggur seg í fosturlegu í seingini. Babba situr hond upp undir kinn og bítur í síðuna á longutong. Hann hyggur, meðan Samson spennir eitt lurtibelti upp á mammu og smyr ultraljóðsalvu upp á búkin. Hjarta mítt dukar enn sum áður.
– Vilt tú hava kodda, spyr Samson.
– Tað hevði ikki verið so galið, svarar mamma.
– Skalt tú massera, Jónhallur? Gníggja lendarnar eitt sindur, spyr Samson babba.
Babba nikkar og fer at mýkja mammu um breiðu lendarnar, meðan hann hyggur út á stálboyuna uttan fyri Álaker. Babba hevur útróðrararm við eini kanadiskar ørn á. Í útvarpinum letur Ove Olsen Trio Fontenay spæla fyrsta sats í klavertrio nummar fimm í D-dur eftir Beethoven. Men við seingina er babba dirigentur. Hjá honum er barnahjartaljóðið taktin og mýkjandi tummilin taktstokkurin. Soleiðis stjórnar ein útrættur útróðrararmur mammu, tá ið hon fær fyrsta satsin av tónaverkjum.
– Á, á, hau, hau, á ...
Tá ið so Trio Fontenay fjarar burtur saman við verkjunum, loysir New York Philharmonic Orchestra av við Porgy og Bess-løgum. Nøtrandi sopranin, Roberta Alexander, gera alt púra greitt við orðunum: Oh, Lawd, I’m on My Way!
Cher up!
Lokal tíð í lokalinum er nú 10.50 (tað er okkurt um 11.33 í gongini!).
Mamma hongur um herðarnar á babba, sum stúrin kínir henni um ryggin. Babba bítur seg í fremstafingur, meðan Mischa Maisky letur Ave Mariu eftir Franz Schubert súga úr síni sello. Løtu seinni eymkar mamma seg saman við fiólini hjá Lailu Josefowitch, sum spælir Zigeunerweisen hjá Pablo de Sarasate. Mamma og Samson brosa hvør til aðra:
– Lat okkum fáa tað yvirstaðið, sigur mamma.
– Ja, nú plagar at vera skjótt, svarar Samson.
Mamma eymkar seg inniligt, meðan hon hongur um hálsin á babba. Nú ljóma døgurðatónarnir hjá gamla enska beatbólkinum, Hollies: He aint heavy, he is my brother. Ha! Lítið vita tit; eg eri bæði tung og systir!
Babba fer eftir meiri vatni, og Samson lurtar eftir lítla hjartanum. Mamma drekkur og heingir seg aftur niður á sterka borðið, ið veik pinkubørn verða viðgjørd á. Babba skriðar sær í nøsini og stillar seg hendur í hupp. Hann er sum Martin Luther, ið stóð og ikki kundi annað. Hetta er eitt spenningsfult spæl millum burturkveistran og sameining. Babba hyggur í bakið á mammu, sum er fjaroygd og pínist illa. So mannar hann seg upp og gongur fram at henni sum ein langtandi edilingur. Men mamma spennir bara hendurnar niður í sínar grunnu lummar í kúdreingjabrókunum og snerkir. Nú fer babba at ganga miðleyst rundan um mamma. Hon er fjar og ønskriliga eymkandi. Men so trínur hann treystliga fram at henni aftur. Og hon gevur seg í føvningin á honum. Babba kínir henni varðliga. Men Samson ætlar okkurt:
– Hvat sigur tú, Anita?
– Ilt, gremur mamma seg og leggur seg tættari inn at babba. Hon vendir Samson bakið. Uttanfyri dregur hann á luftina. Ein likka, ið eins og eg er ov sein avstað, letur eins inniliga og ein illur alarmur.
Mamma heldur nú fast við báðum hondum um babba og grætur. Dry your eyes. I never could bear to see you cry, staðfestir Cher úr útvarpinum. Ein av lokkandi ljóðbitunum í tíðindaskránni er røddin á Edmundi Joensen, løgtingsformanni.
– Hoyr føðingardagsbarnið, sigur babba og brosar sum frægast.
Karl Martin í lægra lagi
Úti í gongini breiðir angin av eggjaeplakaku og tomatsós seg. Men inni hjá okkum er minni matligt. Ørnin á arminum hjá babba kemur undan stuttu skjúrtuermuni, tá ið hann toyggir seg fram undir øsið á mammu við einum nýrabakka. Okkurt gult goysir úr mammu, og ljóðið av hostaríðnum minnir mest um ein lítlan leysamotor.
Babba skolar hendurnar og gevur mammu ein vatnsopa. Ein ísakaldur eygnalappi verður lagdur á pannuna eina løtu. Samson heingir hann síðan á høvdalagsgalvin. Mamma eymkar seg, meðan Goldspot ótolin mælir: Bring me in, bring me in!
Babba skiftir síðu, og mamma liggur og hyggur.
- Eg orki ikki meir!
Babba er ógvuliga árvakin. Albogar og oyru standa á tambi. Mamma ljóðar sum ein lundi.
– Á, á, á!
– Er tað allatíðina soleiðis, spyr Samson og fær svar beinanvegin:
– Á, á, á ...
Uttan fyri føðistovuna er eitt frískt lot av vestri. Har stendur ein handverkari og bíðar í einum gráum bili. Løgið. Hini halda tað annars vera umvent; at øll Havnin bíðar eftir handverkarum. Men, ið hvussu er: Her inni bíða øll eftir mær.
Nú er mamma meira treystlig; eins og hon tekur tung tøk móti rákinum.
– Ou, ou, ou!
Frummegin vinnur fram á pínuna í hvørjum taki.
– Sjáldan, tú arbeiðir so hart sum í dag. Tað er orkukrevjandi at eiga. Eg veit ikki, um man nakrantíð er so útlúgvaður, sigur Samson troystandi við mammu, áðrenn næsti verkur kemur.
– Ou, ou, ou, tivar mamma við gráturødd. Og so skríggjar hon.
– Auv, auv, auv!
So høgt ljóðar, at sjálvt føroyameistarin í høgum tónum fyri sopranir við steinum, Karl Martin Samuelsen, ikki kemur henni í nánd, tá ið hann syngur: Fascinating times the people had inside.
Mamma summar seg:
– Orki ikki meira, orki ikki meira, higstrar hon, áðrenn stutt skríggj koma sum skot.
– Av, av, av, av, av, av ...
– Nú fari eg eftir sekkjarstólinum, so tú kanst liggja á knæ í songini, sigur Samson avgjørd.
Mamma neyðheldur sær í longutong á babba. Eyguni á báðum eru merkt av møði.
Miðleysa eymkanin er av
Eingin veit við vissu, um tað eru allar eymkanirnar, ið hava gatað hundraðtúsund elasmá hol í gomlu loftpláturnar her inni. Men er tað so, liggur mammusa lutur ikki eftir. Hon krevur keisaraskurð í stundini og stunar hjartaliga.
Í somu stund koma beiggi og systir mín við abba í sjúkrahústúnið. Bæði børnini eru í ljósabláum pløggum. Ein grønur maður á føðistovuni og beiggi mín veittra hvør til annan.
Babba brúkar eina nýraskál úr pappi at veiftra við, so mamma ikki verður so heit. Samson og babba tosa um fiskiskap. Jú, prísurin er góður. Men lagið á mammu er ringt. Samson tykist vera nokk so álvarsom. Tað hjálpir tó, at hon hevur teknað smeilifeys á hvítu tuflurnar.
– Hetta er síðstu ferð, teskar mamma. Og beinanvegin grælar úr babba, at hann er samdur.
Ein garpaligur obstetriskur serfrøðingur í kvinnusjúkum kemur inn. Hann eitur Katrin og skemtar við ljósmóðrina. Eitt lítið stuttligt og stingandi orðavíggj er um akupunktur og dropp. Men akupunkturið verður ikki droppað. Bláu nálirnar hjá Samson standa enn í bleiku lendunum á mammu, tá ið tíggju elalítlar eindir av Syntocinoni verða tyntar í einum havi av natriumkloridi. Syntocinon fær lívmóðrina og mammu at taka seg saman.
Rútman við geylandi leyvuni og stórgrátandi smágentuni er farin út av lagi. Nú ráða frumskríggj á stovu 1. Samson fer í svintu, og mamma skræðir hondina á babba burtur av pannuni, tekur í tummilin og kroysir. Babba stendur við samansmekkaðum beinum, boygdum høvdi og útspílaðum oyrum. Aftanífrá er hann deknurin, ið bíðar eftir biðisløgunum, meðan mamma ringir seg saman.
– Mammasta, mammasta, mammastaaa ... mammasta, mammasta, mammastaaa ... mammasta, mammasta, mammastaaaaaa.
So stendur babba aftur og flagsar við nýrabakkanum. Men dreparaeyguni hjá mammu eru greið. Nú er nokk! Hann gevst, setur seg og sættast við støðu sína: Hann er skerdur til eina kallveru, ið hevur tænt sínum endamáli.
Tað má sigast, at tað gongur líðandi. Spyr bara mammu, sum má leggja likam til allar líðingarnar.
– Uuuvvvaaa, uuuvvvaaa, uuuvvvaaahhh, eymkar hon seg uttan íhald.
Lokal-tíð er 14.49, tá ið mamma er opnað heilt. Hvíta tjaldið verður drigið frá pallinum, ið eg skal trína inn á. Mamma trívur av sínum eintingum út eftir ljósmóðrini. Babbatummilin glíður títt oman og niðan eftir enninum á mammu. Mamma hugleiðir, meðan bismarin bíðar.
– Hetta hevur vart næstan dupult so leingi sum við Ester, sigur hon og venar seg víðari móti málinum.
– Ah, ah, ah, aaarrrggg ...
Nú nærkast. Mamma hevur endurfunnið neistan. Hon ressast við og brúkar orkuna í skáanum at rópa sum eitt ótt. Øll miðleys eymkan er av. Nú berjist mamma sum fyri lívinum. Fyri mínum lívi.
– Eitt sindur av svørtum hári er her, kom! Pressa bara, kom, Anita!
Eingin endabrestur
Mamma er sprøklut. Pinkulítlar sveittaperlur eru allastaðni í andlitinum. Hon heldur ondini, meðan Samson fær futt í føðingina:
– Halt, halt, halt. Fínt, fínt fínt! Kom, blív við! Halt, halt, halt, halt, halt, halt har.
– Ppphhheeeeeehhheeeeee ... eg skrædni! Aaauuuuuuuuu ...
- Nei! Nú mást tú royna at gera, sum eg sigi. Heldur tú ikki tað?
– Jaaahhh ...
– Nú skulu vit hava hatta høvdið út!
– Aaaaaauuuuuuuuu! Eg skrædni! Eg tori ikki meir, eg tori ikki meir! Aaaaaauuuuuuuuu ...
– Spakuliga, spakuliga, spakuliga. Hoyr, nú kemur tað. Heilt spakuliga nú, Anita. Tiva eitt sindur nú ...
– Uffffff ... eg fái ikki ... eg ristist so illa ...
– Tað kemur nú! Sært tú ikki høvdið? Soleiðis ...
– Ááá ... tað er gott, tað er gott ...
– Kom! Eitt lítið sindur afturat, kom! So, kom ...
– Orki ikki meir!
– Eitt lítið sindur, kom! Soleiðis!
– Uuuuuuooooooaaaaaaeeeeeeiiiiii
Klokkan 15.34, lokal-tíð, staðfestir Samson:
– Oy, oy, oy, oy. Sooooooleiðis! Nú kooom onkur her!
– Á, á, á! Góðasta barnið, skatturin, skatturin! Ha, ha, haaauuummm ...
– Nú, hvat hava tit fingið, tú ...
– Veit ikki ... eina diiiddu!!!
Eg higstri og hosti, tá ið tey venda mær móti babba. Mamma tivar:
– Eg ristist øll, sum eg eri! Ja, ja, ja, skatturin ...
Samson setur tvær klemmur á nalvastreingin, og babba klippir meg leysa frá mammu klokkan 15.37, lokal-tíð. Og so balla tey meg betur í dýnuna við grønum bamsum á.
Eg tími ikki so væl at anda. Hosti nokk so nógv. Men hóast alt var yvirstaðið, fekk eg jú ongan endabrest. So Samson tekur upp undir hondina á mær og syftir meg uppfrá. Tá gráti eg so hjartaliga. Hey, babba! Ná, soleiðis sært tú út ...
Babba andar djúpt, tá ið hann hyggur inn í eyguni á mær. Og so kyssir hann mammu á kjálkan.
– Alt í lagi, góða. Alt í lagi. Alt er í lagi, teskar hann og turkar tárini úr eygunum á sær. So letur hann sína hørðu og stóru útróðrarhond leita eftir mínari bleytu didduhond undir dýnuni.
Aftaná stígur babba stoltur sum ein pápi út í gongina, har ið hinar barnakonurnar ganga og vagga sum væl gøddar dunnubøgur:
– Eg ætlaði at fara út at fáa mær eina sigarett ímillum, men noy! Eg vildi ikki ganga glipp av nøkrum!