Ógvusligur tilburður í høllini á Hálsi

Neistamaður varð sligin í andlitið av H71-leikara í dysti í FTZ-deildini fyrr í dag.

Hendingarríki dysturin ímillum Neistan og H71 endaði 20-20. Talan var um eina framúr góða áskoðarauppliving fyri hondbóltsáskoðaran, tí at mangt og hvat hendi í hesum dysti. Mest umstrídda hendingin í dystinum var óivað tann, tá ið spælskiparin hjá H71, Jónas Djurhuus, fekk reytt kort miðskeiðis í fyrra hálvleiki.

 

H71 var í álopi, tá ið Jónas gjørdi álopsatsókn ímóti málinum hjá Neistanum. Hann slapp tó ikki ótarnaður at skjóta, tí at Teis Horn Rasmussen hjá Neistanum takklaði hann og helt í honum eitt vet ov leingi, hóast dómarin hevði floytað fyri fríkasti. Hetta gjørdist Jónas so firtin yvir, at Teis fekk albogan í andlitið frá Jónasi. Tað var bara ein logisk avleiðing av hesari gerð, og tað var, at Jónas fekk reytt kort. Teis Horn Rasmussen fekk tveir minuttir fyri tilburðin.

 

Eldur kom í sinnini á fleiri av leikarunum í kjalarvørinum av støðuni. Millum annað skumpaði málverjin hjá Neistanum, Nicholas Satchwell, Jónas um koll, men av óskiljandi orsøkum slapp útlendski málverjin frá støðuni uttan nakra revsing.

 

Jónas Djurhuus kann helst vænta sær eitt leikbann fyri hendingina.