Burturflytingin stóðst av einum stórum skógareldi, sum hóttir við at brenna býin Wakefield. Fleiri enn 3.000 íbúgvar eru tí tí fluttir burtur, meðan sløkkiliðis- og bjargingarfólk stríðast ímóti eldinum.
Skógareldurin hevur síðani fyrst í vikuni herjað eitt øki upp á 21 ferkilometrar.
Síðani hevur eldurin breitt seg frá turra Nelson-økinum, sum liggur í norðraraparti av Suðuroynni, til tíggju kilometrar inn í eitt íbúðarøki.
Løgregluvastin á staðnum, Zane Hooper, váttar, at bjaringarfólk hava flutt fólk burtur.
Sambært honum er als ikki tamarhald á støðuni. Hann óttast, at tað verður verri.
– Fyri at siga sum er, so óttist eg fyri degnum í morgin.
– Vit eru í rætta økinum í dag, men vit eru í Guds hondum, tá tað snýr seg um vindin. Um vindurin nærkast 13 metrum um sekundið, so eru vit í trupulleikum, sigur sløkkiliðsstjórin.
Tyrlur stríðast við at fáa tamarhald á eldinum.
Tær verða nýttar í sløkkiarbeiðinum fyri at forða fyri, at eldurin breiðir seg til Wakefield. Men eisini fyri at tryggja, at økið kring Nelson við 50.000 íbúgvinum ikki verður rakt.
Fyri tveimum árum síðani vórðu fleiri enn 1.000 íbúgvar fluttir frá heimum teirra í fjallaøkinum Port Hills sunnan fyri Christchurch í New Zealandi.
Ta ferðina varð undantaksstøða sett í gildi í økinum. Ein tyrluflogskipari doyði, tá tyrlan við honum datt niður undir sløkkiarbeiðinum.
/ritzau/AFP









