- Sandoyggin er ein av 11 oyggjum í Føroyum, har eingin rotta er. Tað er okkara ábyrgd at fyribyrgja, at rotta ikki sleppur í oynna.
Soleiðis siga tey á Umhvørvisstovuni, sum samskipar fyribyrging og týning av rottu saman við kommununum, og Umhvørvisstovan vegleiðir eisini um yvirvøku og tilbúgving í hesum sambandi.
- Í Sandoynni er ríkt fuglalív eins og í hinum oyggjunum, har eingin rotta er. Kemur rotta í oynna, verður tað til stóran skaða fyri fuglalívið. Serliga er tað fuglur, sum reiðrast í holum, ið verður oyddur av rottu, eitt nú skrápur, drunnhvíti og lundi.
Á Umhvørvisstovuni hava tey víst á, at nú tunnilin í Sandoynna er sprongdur ígjøgnum, má ansast enn betur eftir, at rotta ikki kemur í oynna.
- Tá koyrandi verður í Sandoynna, fer ferðslan uttan iva at økjast, og tá gerast eisini sannlíkindini fyri, at rotta sleppur í oynna, størri.
Á Umhvørvisstovuni halda tey tað tí vera sera umráðandi, at øll, sum senda ella flyta vøru í Sandoynna, ansa eftir, at vøran er væl pakkað og heil, so eingin rotta fylgir við.
- Tað er eisini umráðandi, at kommunurnar støðugt skipa fyri yvirvøku fyri at fylgja við, um rotta skuldi verið í oynni, eins og kommunurnar hava eina tilbúgving, so tær altíð eru til reiðar at týna rottuna beinan vegin, skuldi hon komið í oynna.
Á Umhvørvisstovuni vísa tey á, at tað eisini er umráðandi, at øll, sum búgva ella vitja í Sandoynni, beinanvegin boða frá, um tey síggja rottu.