- Neystini forfella, tí tey fæstu brúka tey til vinnuligt endamál. Tað er tí positivt, at neystini kunnu byggjast um til frítíðarhús.
Á borgarafundi í Nólsoy herfyri varð tó víst á, at meðan umsitingin hjá Tórshavnar kommunu ikki hevur verið serliga positiv, hava politikararnir verið tað ístaðin.
Men, enn eru ikki allar súður syftar, tó at byggisamtyktin fyri neystini nýliga er tillagað og broytt.
Á borgarafundinum varð upplýst, at ein, sum eigur neyst í Nólsoy, í 2014 fekk noktandi svar frá umsitingini til byggiloyvi, tí loftið í neystinum er í tveimum hæddum. Borgarin fekk eisini at vita, at neyst kunnu ikki hava wc, ei heldur tilhoyrandi rottanga.
Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, sum Nólsoy eisini er partur av, lovaði á borgarafundinum, at kommunan skal taka hesar trupulleikar til sín.
Marius Müller, leiðari á byggideildini hjá Tórshavnar kommunu, segði, at byggisamtyktin, sum er galdandi fyri neystini, er ikki serliga greið hesum viðvíkjandi.
Borgarstjórin vísti á, at nú er eitt uppskot um nýggja byggisamtykt til ummælis hjá Innlendismálaráðnum.
- Ætlandi verður byggisamtyktin broytt einaferð aftrat, so greiða fæst á ógreiðuni, sum í løtuni valdar og skapar trupulleikar, segði Heðin Mortensen.