At tey, sum noyðast at brúka mest heilivág, eisini eru tey, sum fáa mest afturgoldið fer væntandi at minkað um tørvin á eini privatari sjúkratrygging við síðuna av. Nýggja skipanin hjá Heilsutrygd rakar so breitt og stuðlar so mikið málrættað, at øll skuldu verið væl vard av Heilsutrygd.
Meginfelag Sjúkrakassa førir fram, at nú sjúkrakassarnir vera niðurlagdir, so verða ognirnar hjá sjúkrakassunum best brúktar at stovna eina privata ískoytistrygging at leggja omaná tryggingina frá Heilsutrygd.
Í løtuni er ringt at síggja, at tað skuldi verið neyðugt við einari privatari sjúkratrygging við síðuna av Heilsutrygd.
Í øllum førum verður Heilsutrygd í framtíðini álitið hjá øllum føroyingum.
Tí er trupult at skilja, hví ognirnar hjá øllum føroyingum, sum enn eru limir í sjúkrakassunum, skulu brúkast til at stovna eina privata sjúkratrygging fyri nøkur fá.
Tá sjúkrakassarnir verða tiknir av 1. januar flyta allir limirnir yvir í Heilsutrygd. Tí er tað okkara fatan, at ognirnar eiga at fylgja limunum og ikki vera eftir hjá eini nýggjari nevnd, sum skal virka undir tryggingarlógini og sum skal út at leita eftir nýggjum limum til eina privata trygging.
Okkara løgfrøðingur er komin til, at ognirnar í sjúkrakassunum skulu har, sum limirnir eru og harvið koma øllum til góðar.
Eg kundi skilt, um Meginfelag Sjúkrakassa stúrdi fyri, at ognirnar hjá sjúkrakassunum verða oystar inn í raksturin á einum nýggjum almennum stovni.
Men tað hevur ongantíð verið ætlanin. Fylgja ognirnar við limunum yvir í Heilsutrygd, skjóti eg upp, at vit stovna ein Heilsugrunn, sum skal stuðla ymsum átøkum, ið koma limunum til góðar. Tað veri seg gransking, fyribyrjgandi arbeiði, til útbúgving av fleiri kommunulæknum o.l.
Tað er eisini rímiligt, at umboð fyri sjúkrakassarnar verða við at stýra einum nýggjum Heilsugrunni.
Heilsutrygd fer til 1. januar 2012 at virka sum ein sjúkrakassi, har øll gjalda saman gjald – 245 krónur um mánaðin. Men í lógini verður eisini staðfest, at 1. januar 2012 verður gjaldið tikið av, og Heilsutrygd skal fíggjast umvegis skattaskipanina.
At enda vil eg eisini gera greitt, at Heilsutrygd verður bíligari at reka enn verandi sjúkrakassar. Sambært roknskapinum hjá sjúkrakassunum fyri 2008 kostaðu teir níggju milliónir krónur at reka. Heilsutrygd fer í mesta lagi at kosta seks milliónir krónur. Ongi óneyðug ráð ella stýri verða í nýggja bygnaðinum, sum summi hava ført fram. Tvørturímóti verður talan um eina stovn uttan nakran eykakostnað í umsitingini.
Tórshavn 19. november 2009










