Tað var ikki við mýkindum, sum Fólkaflokkurin fór at leika í um ognarskatt, nú eitt av okkara ungu vælmeinandi valevnum kom at brúka heitið ognarskatt, tó at hann als ikki skrivaði um ognarskatt ella hugsaði um ognarskatt. Hetta prógvar so í hvørfall eitt, og tað er, at Fólkaflokkurin hevur lítið at føra valstríð við, nú alt krútið verður brúkt upp á Javnaðarflokkin og ognarskatt. Fólkaflokkurin hevur eftir øllum at døma einki at vísa á hvørki aftureftir ella frameftir, tí var hetta við ognaskattinum kærkomið hjá Anniku og fylgi.
Nei, Javnaðarflokkurin ynskir ikki ognarskatt hvørki í Havn ella í Føroyum.
At vit hin vegin krevja eitt gjald fyri hús, sum standa tóm í kommuni, og har eigarin eigur fleiri hús er ein heilt onnur støða. Kommunan hevur skyldu mótvegis øllum húsum í kommununi við vegi, vatni, kloakk og brunaumsjón o.ø. Tí er tað ikki annað enn rímiligt, at vit taka eitt gjald fyri summarhús ella hús, sum fyri tað mesta standa tóm. Her er gjarna talan um húsaeigarar, sum frammanundan eigur onnur hús, og sum kanska heldur ikki býr í kommununi.
Slík skipan er longu galdandi í ávísum kommunum, sum forrestin í løtuni hava fólkafloksleiðslu.
Vanligt er jú eisini, at vit gjalda eitt teymagjald fyri bátarnar, sum liggja í bátahýlinum. Hetta er ikki annað enn eitt vanlig og rímiligt tænastugjald.
Men besta loysnin er sjálvandi, at øll húsini verða brúkt – at fólk búgva í teimum. Men standa tey gapandi tóm, so má tað vera rætt, at eitt tænastugjald verður álagt.
Hetta hevur einki við ognaskatt at gera, og eingin veit tað betur enn Annika og Fólkaflokkurin,
Birita Baldvinsdóttir Iversen,
Valevni á Lista C