Sálmur 121, sum prestur las í kapellinum
Lag: Amazing Grace
Eg eygu míni hevði hátt
frá fjøllum vænti svar.
Eg líti fast á Harrans mátt,
sum ansar eftir mær
Ei fótin snáva letur Hann,
ei durvar Hann á vakt.
Er illgongt, Hann meg styðja man,
sum Hann mær hevur sagt.
Hans verndarskugggi kølir meg,
tá sólin skínir heit.
Um nátt er, trygt Hann leiðir meg.
So tryggan vegin veit.
Frá øllum illum verjir meg
og fylgir mær á mál.
Um úti ella inni eg.
Hann varðar mína sál.
e.